Petö-endurvenjingarskeið 2025, venjingar til børn
Heystskeiðið verður í viku 42, 43 og 44.
Endurvenjingarskeiðið er ætlað børnum við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum í aldrinum 0–14 ár. Endamálið er at geva børnunum møguleika at venja intensivt í tríggjar vikur fyri at betra um ella viðlíkahalda funktiónsstøði.
Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðra kropsliga avbjóðing og er ávíst av barnalækna. Venjingarnar eru tveir tímar dagliga, fimm dagar um vikuna, í tríggjar vikur. Tær ganga fyri seg í dagtímunum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tað eru fysioterapeutar, ergoterapeutar og ein konduktivur terapeutur, sum skipa fyri venjingunum. Familjan má sjálv skipa fyri koyring til og frá.
Venjingarnar fara fram í bólki, og børnini skulu kunna arbeiða saman. Á skeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið, og dentur verður lagdur á, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum kunnu betra um sína førleikar.
Foreldur ella stuðul skulu vera við til venjingarnar. Ynskiligt er eisini, at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði heima og í stovni, luttaka í vegleiðing, so venjingarnar kunnu halda fram í gerandisdegnum.
Tilmeldingarfreistin er 3. oktober 2025. Um spurningar eru, kunnu tit ringja 404668 ella 235467.