Spyr Meg
Spyr Meg er ein undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna og arbeiða fyri rættindum sínum. Nevndin arbeiðir út frá hugtakinum independent living – at liva eitt sjálvstøðugt lív við stuðli eftir tørvi.
Nevndin er mannað við fýra limum, sum øll hava menningartarn. Tey verða vald av aðalfundinum hjá Javna, og ein av teimum er formaður. Formaðurin kann luttaka sum eygleiðari við talurætti í starvsnevndini hjá Javna.
Endamálið hjá Spyr Meg er at tryggja, at fólk við menningartarni hava eina sjálvstøðuga rødd í arbeiðinum hjá Javna – og at tann røddin verður hoyrd.
Herdis Johnsdóttir Johannesen, nevndarforkvinna í Spyr Meg
Herdis er ættað úr Hvalvík og arbeiðir á verkstaðum Vón. Herdis varð fyrstu ferð vald í nevndina á aðalfundinum 29. juni 2020.
Meiken S. Olsen, nevndarlimur í Spyr Meg
Meiken er úr Havn og býr í Hoyvík, og hon starvast í Kringvarpinum.
Meiken varð fyrstu ferð vald í nevndina í Spyr meg á aðalfundinum 4. mai 2013. Hon varð seinast afturvald á aðalfundinum í 2026.
Erla Valentina Marr Erlandsdóttir, nevndarlimur í Spyr Meg
Erla er ættað úr Havn, har hon eisini býr. Erla arbeiðir á verkstaðnum Vón.
Erla varð fyrstu ferð vald inn í nevndina á aðalfundinum 29. juni 2020 sum tiltakslimur, og bleiv vald í nevndina á aðalfundinum 5. mai 2021.
Lennart Magnussen, tiltakslimur í Spyr Meg
Lennart er ættaður úr Húsavík og býr í Havn. Hann starvast á Verkstaðnum Vón á Argjum.
Lennart varð fyrstu ferð valdur í nevndina á aðalfundinum 29. juni 2020, og bleiv valdur til tiltakslim á aðalfundinum 5. mai 2021.