Foreldratiltak hjá Javna ÚTSETT TIL 27. JANUAR KL 18
Javni bjóðar foreldrum at børnum við ymiskum avbjóðingum til eitt heitt og upplyftandi kvøld, har vit hittast, deila royndir og leggja lunnar undir eitt sterkt og umfavnandi foreldranetverk.
Kvøldið verður á Hotel Djurhuus, týsdagin 20. januar kl. 18.00, og byrjar við einum fyrilestri við Kirstin Ellingsgaard við heitinum:
“At vera avvarandi – eisini fyri teg sjálva(n)”
Fyrilesturin snýr seg um at finna javnvág í lívinum sum avvarandi, hvussu tú kanst vera har fyri barninum og familjuni sum heild, samstundis sum tú eisini gevur tær sjálvum rúm, orku og umsorgan. Ein fyrilestur, ið styrkir, gevur íblástur og minnir okkum á, at vit eisini eru týðandi.
Eftir fyrilesturin verður høvi til hugnaliga samveru og prát, har vit knýta sambond og saman taka fyrstu fetini móti foreldrastuðulsbólkum, har tú kanst møta øðrum, sum standa í líknandi støðu sum tú.
☕ Kaffi og okkurt gott verður at fáa.
Tiltakið er fyri limir í Javna. Tú kanst melda teg til sum lim á javni.fo ella á staðnum.
Vinaliga boða frá luttøku á javni@javni.fo ella á tlf. 514827.