Lurta
29.01.2026

SERSKÚLAMATCH 2026 – kunnandi kvøld á Rásini

Javni vil fegin varpa ljós á hetta góða og viðkomandi tiltakið hjá Eftirskúlanum Rásini og serbreytunum.

Týskvøldið 3. februar kl. 18.30–21.00 verður skipað fyri Serskúlamatch á Rásini í Saltangará. Tiltakið vendir sær til ung frá 16 ár, foreldur/avvarðandi og onnur, sum ynskja at vita meira um møguleikarnar innan serbreytir og eftirskúla.

Har verða umboð frá øllum serbreytum í Føroyum og Eftirskúlanum Rásini, sum greiða frá tilboðunum, svara spurningum og bjóða ein góðan kaffimunn. Eisini verður møguleiki at fáa hjálp og vegleiðing til at fylla út umsóknarblað.

 Týskvøldið 3. februar, kl. 18.30–21.00
  Rásin, Heiðavegur 67, Saltangará

Umsóknarfreistin til serbreytir er 15. februar 2026.

Vit mæla til, at tit nýta møguleikan at koma og fáa kunning, seta spurningar og hoyra meira um, hvat passar júst tykkara ungdómi.

Aftur
Stuðla Gerst limur