Valmánaður – brúka rødd tína
Valmánaður – brúka rødd tína
Í mars eru tvey týdningarmikil val:
Fólkatingsval 24. mars
Løgtingsval 26. mars
Valstríðið er eitt gott høvi at minna á, at lívskor og rættindi hjá fólki við menningartarni og teirra familjum mugu vera partur av politiska orðaskiftinum.
Tú kanst vera við til at seta hesi mál á dagskrá.
Vend tær til tey, sum stilla upp til val, og spyr til dømis:
• Hvussu fara tit at arbeiða fyri sterkari rættartrygd og virðing hjá fólki við breki?
• Hvussu skulu fleiri fáa møguleika fyri sjálvstøðugum lívi, bústaði og arbeiði?
• Hvussu vilja tit tryggja neyðugan stuðul til familjur og avvarðandi?
• Hvussu verður tryggjað javnbjóðis atgongd til heilsutænastur?
Tá vit seta spurningar og deila okkara royndir, eru vit við til at flyta mørk og skapa betri kor.
Minst til at brúka tína rødd – bæði 24. og 26. mars.