Pallborðsfundir avlýstir!
Vit vilja boða frá, at teir báðir ætlaðu pallborðsfundirnir hjá Javna verða ikki hildnir kortini.
Í staðin hava vit valt eina aðra skipan, har vit venda okkum til allar flokkar og biðja um íkast frá tveimum valevnum úr hvørjum flokki – einum, sum hevur politiskar royndir, og einum nýuppstillaðum. Á henda hátt fáa okkara limir møguleika at hoyra frá bæði royndum politikarum og nýggjum valevnum.
Endamálið er at geva limum og avvarðandi eitt betri innlit í, hvørjar ætlanir og raðfestingar eru á økinum, sum hevur stóran týdning fyri limir hjá Javna. Samstundis kann tað hjálpa okkara limum at taka støðu til valið og vita, hvørji valevni og flokkar arbeiða við málum, sum hava týdning fyri teirra gerandisdag.
Vit vóna at hoyra frá øllum flokkunum, og vit fara at leggja íkøstini út her á síðuni, so øll kunnu fylgja við.