Lurta
27.05.2026
Javni 55 ár -Øll vælkomin til opið hús
Í ár fyllir Javni 55 ár, og tað vilja vit fegin hátíðarhalda saman við tykkum.
Tí bjóða vit til opið hús í hølunum hjá Javna á Hoydalsvegi 42 hósdagin 28. mai kl. 15–17.
Í 55 ár hevur Javni arbeitt fyri javnrættindum, luttøku og betri lívskorum hjá fólki við menningartarni og teirra avvarðandi. Tað vilja vit steðga á eina løtu og hátíðarhalda saman við tykkum.
Vit bjóða ein kaffimunn og okkurt søtt, og dagurin verður eisini ein góður møguleiki at koma framvið til eitt prát, hitta kend andlit og ynskja okkum tillukku við degnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit gleða okkum at síggja tykkum.
Hósdagin 28. mai kl. 15–17
Javni – Hoydalsvegur 42
Aftur
Vit standa saman um Javna
Ókeypis ráðgeving
Avsláttur á tiltøkum