Lurta
29.05.2026

Røða: Helena F. Jørmundsson, Forkvinna í Javna

Til hátíðarløtuna á skrivstovu okkara ísamandi við at Javni hevði 55 ára stovningardag bar Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna røðu fram. 


Lesið røðuna her:


Góðan dagin allir javnavinir og hjartaliga tillukku til okkum øll


Fyrsta forkvinnan í Javna var navni mín, Helena Samuelsen. Hon er mamma at einum sum ber brek. Eg eiti Helena, og í dag eri eg forkvinna í Javna, og eg eri eisini mamma at barni, sum ber brek.

Tað eru uttan iva nógvir felagsnevnarir okkara millum. Men eitt, sum vit ikki hava til felag er, at eg ikki, eins og Helena Samuelsen, skal stúra fyri at mítt barn verður sent til Danmarkar at búgva. Hetta eri eg sera takksom fyri. 

Og tað er júst hesin munurin okkara millum, sum er byrjanin til Javna fyri 55 árum síðani. Tí hetta var lagnan hjá øllum teimun vit í dag arbeiða fyri.

Somu lagnu kenna vit frá Vilmundi, sum var sendur til Rødbygaard. Frá myndini hjá Sigruni Gunnarsdóttir við heitinum “lummaturriklæði”.

Myndin, sum myndar tí sváru løtuna, har eitt barn verður flutt til eitt fremant land, har eingin kennur hann, hansara mál og hansara mentan. Sum var tikin frá sínum heimi, landi og frá sínari mammu. Frá øllum tí hann kendi. 

Til Javna veitsluna fyrr í mánaðinum greiddi Sigrun frá upprunanum til myndina og Tordur - maður hennara - hugleiddi um myndina soleiðis:


Í málninginum sæst Vilmund á veg til Danmarkar. Hann hevur navnið um hálsin og Rødbygaard merkt á kuffertinum. Í andlitinum er eingin gleði – bert hjartans kvøl.

Í hondini heldur hann fast um lummaturriklæðið. Tað er eitt bindingarlið millum hann og mammuna – eitt minni um tryggleika, umsorgan og kærleika.

Í bakgrundini sæst gula húsið við grøna takinum – heimið í Sørvági, hann varð tikin frá. Foreldrini fylgja honum so langt, tey megna – út á tromina – men ikki longur.

Dimm skýggj hanga bæði frammanfyri og yvir tí heimliga. Ein tung tíð liggur fyri framman.

Kortini er ein lítil glotti. Hurðin er farin í lás, men lykilin stendur enn í. 

Á lynningini situr ein lítil spurvur, ið tykist bera eina stilla vón og ugga.

**

Eg ímyndi mær tíðina tá vit fluttu øll okkara heim aftur frá Rødbygaard við hesari myndini í huga.

Eg ímyndi mær Helenu Samuelsen og fleiri við henni brúka lykilin á myndini og opna huðrina til okkara land aftur, so øll kunnu koma heim.

Eg ímyndi mær, at hetta var lykilin, sum gjørdi, at Javni sá dagsins ljós og opnaði eina tiltrongda hurð fyri tey mongu, ið ikki megna at tala fyri seg. 

**

Tá eg bleiv mamma, dugdi eg ikki at ímynda mær nakrar læstar ella afturlatnar hurðar. Kanska var eg bláoygd ella kanska var eg bert ein lukkulig mamma. Ein mamma sum hevði fingið eitt perfekt barn. Jú hann var ørvísini, men tað eru øll – hugsaði eg. 

Men við einari diagnosu, og hjá okkum er tað Down Syndrom, so fylgir ymiskt við. Eitt nú flytir “systemið” inn í familjuna fyri at vera. Ella kanska kunnu vit eisini kalla hetta systemið eina ella kanska nokkso nógvar huðrar, eins og á myndini hjá Sigrun. 

Men her eru ikki allar huðrar læstar. Summar eru opnar, onkuntíð standa tær bert á glopp. Onkuntíð lata opnar hurðar aftur. Og so eru tað allar tær hurðinar, sum enn mangla. 

**

Javni hevur arbeitt fyri teimun ið bera brek og teirra avvarandi í 55 ár. Vit hava nógv at vísa á eftir øll hesi árini. Men enn eru vit ikki komin á mál.

Sum felag og avvarandi síggja vit hvussu okkara fólk ikki hava somu rættindi, somu møguleikar og somu atkomu sum onnur í Føroyum hava. 

 

Í kommununi síggja vit børn, sum ikki sleppa á dagsstovn

- Foreldur sum muga fara av arbeðsmarknaðinum og vera um teirra barn, tí pláss ikki er fyri teimum – eins og tað er fyri øllum hinum børnunum í kommunini. 

 

í skúlanum sleppa okkara børn illani at vera - oftast vend í huðrini

- Skúlaskipanin í dag er trong hjá okkara børnum. Orkan at vera um okkara børn og skipa skúlan eftir teirra førleikum er undir stórum trýsti. So stórt at fleiri skúlar hava kastað handklæðið í ringin og vísa øll við avbjóðingum á serskúla. Ella útihýsa øllum teimun við avbjóðingum. 

 

Serskúlin er niðurslitin og har er ein áleikandi tørvur á grundleggjandi umvælingum og dagføringum á so mongum økjum.

 

Øll menniskju hava okkurt at geva, og okkara limir kunnu saktans geva eitt íkast til arbeiðsmarknaðin. Men onkur má stuðla uppundir, so arbeiðsgevarar ikki kenna seg einsamallar í at vera um tey ið bera brek, tá tey eru til arbeiðis. 


Atkoman má vera betur, so at øll tey, ið sita í rullistólum, sleppa at luttaka og, ikki minst, hava ordulig wc viðurskifti. 

**

Enn eru hurðar, sum eru læstar.
Enn eru hurðar, sum mangla.

Men vit vita nú, at lykilin finst.

Tí hann liggur í viljanum hjá okkum øllum – politikarum, fakfólki, avvarandi og samfelagnum sum heild.

Lat okkum brúka hann.
Lat okkum lata hurðarnar upp.

So øll sleppa inn.


Takk fyri!

_______________________

 

Javni hevur í sambandið við 55 ára stovningardagin prenta málningin hjá Sigru Gunnarsdóttir. Myndin er til keyps og fæst hjá Javna ella við et trýsta her


Aftur
Stuðla Gerst limur