Javni: Almannaverkið sýtir fyri, at rættindi verða vird í verki
Almannaverkið hevur fingið álvarsliga átalu frá bæði Løgtingsins umboðsmanni og Brekumboðnum.
Málið snýr seg um ein 13 ára gamlan drong, sum fram til desember í fjør fekk umlætting frá Almannaverkinum. Tá myndugleikin avgjørdi at flyta umlættingina, varð avgerðin tikin uttan hoyring og uttan at tryggja teimum, sum vóru í verandi tilboðnum, somu møguleikar.
Átalan er greið: myndugleikin hevði ikki barnsins besta í huga, tá avgerð varð tikin um at broyta umlættingartilboðið. Avleiðingin var, at umlættingin steðgaði við beinleiðis ávirkan á rættarstøðuna hjá barninum. Víðari mælir Løgtingsins umboðsmaður Almannaverkinum at finna eitt fyribils tilboð alt fyri eitt og skipa eitt meinlíkt tilboð eins og tað, barnið hevði.
Harumframt varð staðfest, at Almannaverkið hvørki fylgdi Brekrættindasáttmálan ella Barnarættindasáttmálan, hóast stovnurin var væl vitandi um barnsins álvarsomu heilsustøðu.
Lív og heilsa verða framvegis sett í váða
Barnið hevur sera álvarsamt epilepsi. Sambært serlækna, sum hevur fylgt barninum í fleiri ár, má tað í mesta lagi ganga 7–10 minuttir, frá tí, at tað verður mett, at herðindið av epilepsi ikki fer at steðga aftur, til barnið er á sjúkrahúsi.
Kortini heldur Almannaverkið fram við at vísa á loysnir, sum liggja so langt frá Landssjúkrahúsinum, at neyðuga heilsufakliga trygdin ikki kann tryggjast. Ítøkuiga merkir hetta, at familjan má góðtaka eina loysn, sum sambært serfrøðiligu metingunum setir lívið hjá barninum í váða, fyri at tilboði framhaldandi skal vera meilíkt tað ið familjan áður hevur fingið.
Átalan er tikin til eftirtektar – men einki er broytt
Almannaverkið hevur fleiri ferðir sagt, at átalan er tikin til eftirtektar. Tað gleðast vit um.
Familjan hevur fingið eitt ætlanarskriv og møguleika at verða hoyrd, soleiðis sum Løgtingsins umboðsmaður kravdi. Men innihaldið er í høvuðsheitum óbroytt. Somu loysnir verða lagdar fram, hóast heilsufagliga trygdin ikki er í lagi.
Tað vil siga, at Almannaverkið einans hevur bøtt um fyrisitingina. Ikki tilboðið.
Hetta snýr seg um meira enn eitt einstakt mál
Hetta er ikki bara eitt mál um eitt barn. Tað er ein spurningur um, hvussu vit sum samfelag fara við teimum borgarum, sum hava størstan tørv á okkara hjálp.
Tá bæði Løgtingsins umboðsmaður og Brekumboðið átala støðunai, og tá heilsufaklig ráð framvegis ikki verða løgd til grund, eigur hetta at fáa avleiðingar.
Vit heita tí staðiliga á myndugleikarnar um at:
● tryggja barninum eitt trygt og hóskandi umlættingartilboð á sama støði sum áður,
● virða heilsufakligar metingar og tryggja lív og heilsu,
● halda fast við meginregluna um barnsins besta,
● steðga afturstiginum í tænastum til fólk við breki,
● og tryggja, at allir partar verða hoyrdir.
Tá eitt barn við lívshættisligari sjúku og breki framvegis ikki fær eina tænastu, sum tryggjar lív og heilsu, mugu vit spyrja:
Hvørji rættindi hava børn við breki í Føroyum – í verki, ikki bara á pappíri?
Javni
Helena F. Jørmundsson, forkvinna