Hoyringssvar: Tað skal vera liviligt hjá øllum
Á aðalfundinum hjá Javna fyrr í ár gjørdi ein limur okkum varug við, at tað er sera ymiskt, hvat tað kostar fólki við menningartarni at búgva, og summi hava ilt við at fáa ráð til lívsins útreiðslur. Tað hava vit tikið við okkum og eru farin at kanna hesi viðurskifti nærri.
Tað er sjálvandi vanligt, at vit øll hava ymiskar bústaðarútreiðslur. Summi búgva bíligt, meðan onnur búgva dýrari. Men hjá fólki við menningartarni er ein týðandi munur: Tey kunnu ikki frítt velja hvar og hvussu, tey búgva.
Okkara limir bíða leingi eftir at sleppa at búgva í egnum bústaði. Tað er ómetaliga langt ímillum ein tøkan bústað. Tískil stendir valið millum at hava ein bústað ella at bíða enn fleiri ár.
Samstundis hava nógvir av okkara limum fyritíðarpensjón sum sítt fasta inntøkugrundarlag. Og tí er eingin møguleiki at vinna sær eyka pening, um útreiðslurnar til bústað eru ov høgar.
Tí skal tað vera liviligt hjá øllum.
Javni hevur nú svarað einari hoyring um leigustuðul. Í hesum sambandi hava vit fingið staðfest, at fólk, sum búgva í búfelagsskapi og leiga beinleiðis frá Bústøðum við vanligum leigumáli, kunnu fáa leigustuðul. Um tú ber brek og leiðar beinleiðis frá bústøðum, kanst tú fáa leigustuðul. Men einans tá.
Tað merkir, at øll tey, ið ikki búgva á júst hendan hátt, sum eru flestu tey ið annars fáa bústað umvegis Almannaverkið, ikki kunna fáa leigustuðul. Hetta er sambært Løgtingslóg um leigustuðul §2 - eitt serligt undantak.
Tað kann sostatt koma fyri, at tvey fólk við menningartarni hava á leið somu inntøku og bæði rinda fyri sín bústað, men bara annar kann fáa leigustuðul. Munurin er, hvussu bústaðurin er skipaður – ikki fíggjarliga støðan hjá tí einstaka.
Hetta halda vit er neyðugt at kanna nærri. Serliga tí fólk við menningartarni ofta ikki sjálvi hava valt, hvørjum bústaðarleisti tey búgva undir.
Vit hava eisini vent okkum til Brekumboðið og biðið tey meta um, hvørt tað er í samsvari við rættindini hjá fólki við breki, at bústaðarleisturin á henda hátt kann hava ávirkan á rættin til leigustuðul.
Men hetta byrjaði við, at ein limur á aðalfundinum gjørdi okkum varug við eina avbjóðing í gerandisdegnum. Og tí er tað so týdningarmikið at hoyra frá tykkum.
Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna