Lurta

Viðtøkur

Reglugerð fyri

Stuðulsgrunnin hjá J A V N A

Navn og heimstaður.

  • Grein 1.

Navn grunnsins er ”Minningargrunnur Louis Zachariasens”.

  • Grein 2.

Heimstaður grunnsins er skrivstovan hjá JAVNA, Tórshavn.

Endamál.

  • Grein 3.

Endamál grunnsins er,

a.   at stuðla evnaveikum og avvarðandi teirra, eisini til keyp av serliga mennandi leikum og tólum.

b.   at veita ískoytisstuðul til skeiðvirksemi fyri evnaveik í Føroyum og uttanlands.

c.   at veita ískoytisstuðul til serligar ferðir fyri evnaveik innan- og uttanlands.

Stovnsfæ grunnsins.

  • Grein 4.

Peningurin skal standa í peningastovni til hægst møguliga rentu.

Stuðul fyri eitt ár verður bert latin av rentuavkastinum fyri júst fyri farið ár. Bert í serligum førum kann stuðul verða latin av stovnsfænum ella ónýtt rentuavkast eldri enn eitt ár, bert við einmæltari nevndarsamtykt frá Javna. Stovnsfæ grunnsins má ongantíð fara niðurum kr. 100.000,00. Grunnurin tekur móti gávum uttanífrá, men verður annars at leggja saman við teimum peninga-gávum, hann á hvørjum ári fær frá Javna.

  • Grein 5.

Stuðul verður latin einaferð árliga, hetta í februar/mars mánaða.

Kunngerð um, at grunnurin veitur stuðul til tey í § 3 nevndu endamál, verður lýstur í seinasta lagi 4 vikur frammanundan, at nevnd grunnsins tekur støðu til innkomnar umsóknir, og verður kunngerðin at lýsa í føroyskum fjølmiðlum við upplýsing um endamálsgein og umsóknarfreist.

  • Grein 6.

Stuðul er treytaður av, at umsøkjarin er limur í felagnum JAVNA. Stuðul verður út frá fyriliggjandi upplýsingum veittur eftir avgerð stýrisins.

Umsóknarbløð skulu kunna fáast á skrivstovuni hjá JAVNA.

Stýrið.

  • Grein 7.

Grunnurin hevur eitt stýri, ið telur 3 limir.

Nevndin í JAVNA velur 1 lim og 1 tiltakslim, peningastovnur 1 lim og løgfrøðingur 1 lim.

Stýrislimirnir verða valdir fyri 3 ár, soleiðis at ein gongur út á hvørjum ári. Tiltakslimurin verður valdur á hvørjum ári.

Stýrið skipar seg sjálvt við formanni, kassameistara og skrivara.

Fyrsta stýrið verður valt í januar í 1994.

Í fyrsta stýrinum verður tann limurin, sum átekur sær formansstarvið, valdur í stýrið fyri 3 ár. Tann limurin, sum átekur sær kassameistarastarvið, verður valdur í stýrið fyri 2 ár. Tann 3. limurin verður valdur fyri 1 ár.

  • Grein 8.

Stýrið førir gerðabók fyri virki grunnsins.

  • Grein 9.

Stýrið hevur regluligan fund skjótast aftaná, at tann í grein 5 nevnda umsóknarfreist er úti, og annars tá ein av stýrislimunum biður um tað.

Formaðurin kallar við vanligum brævi/tlf. til stýrisfundar minst eina viku frammanundan, samstundis fær hvør stýrislimur avrit av innkomnu umsóknum.

Í serligum førum kann tó víkjast frá tíðarfreistini.

Stýrið er viðtøkuført, tá 3 limir eru møttir á fundinum.

Allar avgerðir stýrisins verða tiknar við vanligum meiriluta.

  • Grein 10.

Grunnurin verður bundin við undirskrift stýrisformannsins ella av tveimum stýrislimum saman.

Við keyp, sølu ella veðseting av møguligum ognum, verður grunnurin bara bundin av einmæltari nevndarsamtykt í felagnum JAVNA. Fer upphæddin yvir 25.000,- kr., skal málið verða viðtikið av ársaðalfundi ella eykaaðalfundi hjá JAVNA.

Roknskapur og grannskoðan.

  • Grein 11.

Roknskaparár grunnsins gongur frá 1/1 til 31/12.

Fyrsta roknskaparár gongur frá stovnar til 31.12.93.

Roknskapur grunnsins verður á hvørjum ári grannskoðaður av sama statsgóðkenda grannskoðara, sum felagið JAVNI nýtir, og eftir lokna grannskoðan at leggja fram á ársaðalfundi hjá JAVNA til góðkenningar.

Broytingar í reglugerðini.

  • Grein 12.

Broytingar í hesi reglugerð skulu góðkennast av nevndini í JAVNA.

Nevndin í felagnum JAVNA kann taka stig til, at grunnurin verður avtikin, men slík avgerð er bert gyldug, um hon verður góðkend av ársaðalfundi ella eykaaðalfundi hjá JAVNA.

Verður grunnurin avtikin, skal stovnsfæið nýtast til eitthvørt endamál teimum evnaveiku í Føroyum til frama.

Á aðalfundi hjá JAVNA í Tórshavn, hin                         1994

  • Nevndin í JAVNA
Eingi økir
Eingir lutir

Nevndarfólk 2026

Trygvi Teirin

Rúni Heðinsson

Turið Jacobsen

Elisabeth Maria Rasmussen tiltakslimur

Eingi økir