Viðtøkur
Viðtøkur fyri Verkætlanargrunnin hjá J A V N A
Navn og heimstaður o.a
§ 1. Navn grunnsins er ”Verkætlanargrunnur JAVNI”, sum er ein ikki vinnuligur grunnur og heftir einans við ognum sínum.
§ 2. Heimstaður grunnsins er skrivstovan hjá JAVNA, Tórshavn.
Endamál.
§ 3. Endamál grunnsins er at veita stuðul til bústaðaverkætlanir og aðrar verkætlanir, sum hava til endamáls at upplýsa og/ella stuðla undir samfelagsligum batum hjá fólki við menningartarni og teirra avvarðandi.
Stovnsfæ grunnsins.
§ 4. Peningurin skal standa í peningastovni til hægst møguliga rentu.
Stuðul verður latin til verkætlanarumsóknir, sum mettar vera egnaðar at fremja endamálið eins og grunnurin kann heita á ella eggja fólki, stovnum og øðrum til at fara undir ávísa verkætlan. Grunnurin tekur móti gávum uttanífrá, men verður annars at leggja saman við teimum peningagávum, hann á hvørjum ári fær frá Javna.
§ 5. Stuðul verður latin á tann hátt, at hann er við til at tryggja eitt gott og gagnligt úrslit.
§ 6. Umsóknarbløð skulu kunna fáast á skrivstovuni hjá JAVNA.
Stýrið.
§ 7. Grunnurin hevur eitt stýri, ið telur 3 limir.
Nevndin í JAVNA velur 3 limir og 1 tiltakslim. Ein teirra skal vera nevndarlimur í Javna umframt varalimirin.
Stýrislimirnir verða valdir fyri 3 ár, soleiðis at ein gongur út á hvørjum ári. Tiltakslimurin verður valdur á hvørjum ári.
Stýrið skipar seg sjálvt við formanni.
Fyrsta stýrið verður valt í 2015.
Í fyrsta stýrinum verður tann limurin, sum átekur sær formansstarvið, valdur í stýrið fyri 3 ár. Tann limurin, sum átekur sær kassameistarastarvið, verður valdur í stýrið fyri 2 ár. Tann 3. limurin verður valdur fyri 1 ár.
§ 8. Stýrið førir gerðabók fyri virki grunnsins.
§ 9. Formaðurin kallar við vanligum brævi/tlf. ella telduposti til stýrisfundar minst eina viku frammanundan, samstundis fær hvør stýrislimur avrit av innkomnu umsóknum ella uppskotum.
Í serligum førum kann tó víkjast frá tíðarfreistini.
Stýrið er viðtøkuført, tá ið 3 limir eru møttir á fundinum.
Allar avgerðir stýrisins verða tiknar við fullari semju.
§ 10. Grunnurin verður bundin við undirskrift stýrisformansins saman við einum stýrislimum.
Við keyp, sølu ella veðseting av møguligum ognum, verður grunnurin bara bundin av einmæltari nevndarsamtykt í felagnum JAVNA.
Roknskapur og grannskoðan.
§ 11. Roknskaparár grunnsins gongur frá 1/1 til 31/12.
Fyrsta roknskaparár gongur frá stovnan til 31.12. 2015.
Roknskapur grunnsins verður á hvørjum ári grannskoðaður av sama statsgóðkenda grannskoðara, sum felagið JAVNI nýtir, og eftir lokna grannskoðan at leggja fram til kunningar á ársaðalfundi hjá JAVNA.
Broytingar í viðtøkunum.
§ 12. Broytingar í hesum viðtøkum skulu góðkennast av nevndini í JAVNA.
Nevndin í felagnum JAVNA kann taka stig til, at grunnurin verður avtikin, men slík avgerð er bert gyldug, um hon verður góðkend av ársaðalfundi ella eykaaðalfundi hjá JAVNA.
Verður grunnurin avtikin, skulu ognir grunnsins nýtast til eitthvørt endamál teimum menningartarnaðu og/ella avvarðandi í Føroyum at frama.
Á nevndarfundi hjá JAVNA í Tórshavn, hin / - 2015
Nevndin í JAVNA
Nevnd í verkætlnanargrunninum 2026
Ása Hansen
Fía Petersen
Ragnhild Dahl
Annika Marr Poulsen tiltakslimur