Lurta

Ráðgeving og vegleiðing
Javni bjóðar fólki við menningartarni og teirra avvarðandi vegleiðing og stuðul.

Ragnhild Dahl hevur drúgvar royndir og stóra vitan um viðurskifti hjá fólki við menningartarni og teirra avvarðandi. Hon kann hjálpa við at greiða frá møguleikum, vísa á viðkomandi tænastur og myndugleikar og vegleiða um, hvar hjálp og stuðul kann fáast.

Javni veitir ikki sosialfakliga ráðgeving, men kann hjálpa tær víðari, um tú hevur spurningar ella ivamál.

Ráðgevi: Ragnhild Dahl

Viðtalutíð: Týsdag og mikudag kl. 10–14

Telefon: 72 48 27

Teldupostur: ragnhild@javni.fo