Lurta
01.09.2025

Bind eina nissuhúgvu til Javn­a

Bind eina nissuhúgvu til frama fyri Javna


Javni bjóðar øllum at luttaka í hugnaligum binditiltaki: Bind eina nissuhúgvu úr egnum garnrestum! Tú kanst velja júst tann litin, sum tær lystir – húgvurnar kunnu vera í øllum litum og støddum.

Vit hava gjørt eina serliga uppskrift til hetta tiltakið, og tú ert vælkomin at brúka hana: nissuhugva-bindiuppskrift grafik.pdf Hon er ókeypis.

Tá húgvan er liðug, kanst tú:

  • Lata hana inn til Javna í upplatingartíðini týsdag til hósdag kl. 10–15,
    ella eftir avtalu á tlf. 514827/208090.
  • Deila eina mynd av tíni húgvu á sosialum miðlum við #NissuhúgvaJavni.
  • Húgvurnar verða seldar 3. desember á Altjóða brekdegi.

Allar húgvurnar eru ein donatión til Javna, og allur peningurin fer óskerdur til arbeiðið hjá felagnum.


 
 
 

Aftur
Stuðla Gerst limur