Týðandi inntriv uttan hoyring
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 hevur landsstýrið sett í gongd ætlanir um at flyta umlættingina frá Frítíðarheiminum í Havn til Sandoy, og bú- og umlættingarstovnur á Sandi til Skálagarð í Klaksvík. Hetta er skrivað inn sum sokallað sparitiltak – uttan at nakar er spurdur, hoyrdur ella tikin við upp á ráð, og uttan at atlit eru tikin til tørv ella avleiðingar hjá teimum, ið verða rakt, ella avvarðandi teirra.
Vit í Javna og Heilafelagnum eru ørkymlað og mótmæla staðiliga. Tað er ikki í lagi, at eitt eitt fíggjarlógaruppskot, ið enn ikki er samtykt, elvir til so stórt og tyngjandi inntriv í lívið hjá fólkið, ið bera brek, og avvarðandi teirra.
Eingin hoyring – eingin luttøka
Brúkarar eru ikki spurdir.
Avvarðandi eru ikki spurd.
Starvsfólk eru ikki spurd.
Feløgini hjá borgarum, ið bera brek, eru ikki spurd.
Tað er torført at koma uttan um, at hetta líkist eini avgerð tikin á skriviborðinum, og tí langt frá veruligu lívsstøðuni hjá teimum, sum ein tænasta, sum eigur at verða veitt sambært galdandi almannalóg, er ætlað til.
Ein sparing, sum er ring at fáa eyga á
Eitt, sum ger støðuna enn verri, er, at tað als ikki er greitt, hvar sparingin er. Eingin frágreiðing er løgd fram. Eingin viðgerð av kostnaði, trygd, flutningi ella fakligum avleiðingum er gjørd almenn.
Tí er ógjørligt at skilja, hvar sparingin skuldi komið frá - um hon yvirhøvur finst. At kalla hetta sparing, uttan at vísa á nakað líkinda grundarlag, elvir bert til enn størri ótryggleika. Bæði stutttíðar og langtíðar.
Hvat merkir flytingin?
Umlætting er fyrst og fremst ein lívsneyðug tænasta fyri familjur, sum hava stórar avbjóðingar í gerandisdegnum og tørva avlasting fyri at fáa gerandislívið at hanga saman. Hetta merkir samstundis, at brúkarin hevur stóran tørv á kendum umhvørvi, tryggum rammum og fastari rútmu.
Tá ov nógvar broytingar verða gjørdar í umstøðunum, kann hetta raka brúkaran hart – hjá nøkrum kann hetta føra til reaksjónina, sum bæði brúkarar og avvarðandi kenna alt ov væl aftur – afturstigið!
Øll tey kendu starvsfólkini hvørva.
- Trygdin, rútman og trivnaðurin hjá brúkarunum verða skerd.
- Familjur fáa longri leið, størri óvissu og minni atgongd til umlætting.
- Ein vælvirkandi og trygg tænasta í Havn fyri menningartarnað verður broytt uttan fakliga orsøk.
- Ein vælvirkandi og trygg tænasta á Sandi fyri fólk við heilaskaða, verður broytt uttan at taka atlit til fólkið, sum hevur stovnin sum heim.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at sonevndar bygnaðarbroytingar gera seg inn á limir í okkara feløgum. Søgan kann nevniliga vísa á fleiri dømi um sparingar, sum raka tey veikastu í okkara samfelag.
Men at leggja eina sparing beinleiðis í fíggjarlógina fyri síðani royna at keypa avgerðina ígjøgnum uttan hoyring, er bæði óvirðiligt og ófakligt.
Javni og Heilafelagið heita á Almannaverkið og Landsstýrið um at steðga hesi avgerð skjótast gjørligt.
- takið hesa sokallaðu sparing úr fíggjarlógini.
- lurta eftir brúkarum, avvarðandi, feløgunum og fakfólki.
Skipa arbeiðið sambært galdandi almannalóg, heldur enn einum fíggjarlógaruppskoti, ið enn ikki er samtykt.
Fyri at fáa almennar inntøkur og útreiðslur at javnviga er alneyðugt at tryggja eina góða tilgongd at broyta viðkomandi tænastur, ið sambært galdandi lóg áhaldandi eiga at snúgva seg um menniskju, tryggleika og lívskvalitet.