Javnalyfti
Í samband við løgtingsvalið 2026 hevur Javni boðið uppstillaðum valevnum at skriva undir upp á eitt Javnalyfti, har tey lova at arbeiða fyri betri livikorðum og rættindum hjá fólki við breki og teirra avvarðandi.
Endamálið er, at tú sum limur hjá Javna kanst fáa eina vegleiðandi hond, tá tú skalt taka støðu til, hvønn tú velur at seta krossin hjá.
Við Javnalyftinum hava vit boðið teimum, sum skriva undir, at fáa lyftið í rammu, so tað kann hanga á skrivstovuni hjá teimum, um tey verða vald á ting. Samstundis hava vit boðað frá, at Javni eisini fer at fylgja upp upp á lyftið, og at vit koma á gátt, tá ein tíð er liðin, fyri at spyrja, hvussu arbeitt verður við teimum málum, sum eru lovað.
Harumframt ynskja vit, at Javnalyftið kann vera ein áminning hjá valevnum, eisini tá tey koma í torførar støður. Lyftið skal minna tey á, at tey hava givið eitt lyfti um at arbeiða fyri okkara málbólki, eisini tá onnur atlit gera seg galdandi.
Endamálið er at styrkja um áhugan fyri viðurskiftunum hjá okkara limum, eisini eftir at valið er farið fram.