Lurta
21.08.2026

Nýggjar leikur til næmingarnar í Skúlanum á Trøðni

Tá Javni vitjaði Skúlan á Trøðni, løgdu vit til merkis, at nógvar av leikunum vóru væl brúktar og farnar at síggja nakað slitnar út. Tað fekk okkum at hugsa: Kunnu vit gera nakað?

Vit settu okkum tí í samband við skúlan og spurdu, hvørjar leikur tey kundu ynskt sær, um møguleiki var fyri at útvega nýggjar. Úr tí kom ein ynskilisti – og við honum fór Javni at søkja stuðul.

Og vit vóru so heppin, at Elsass Fonden játtaði heilar 100.000 kr. til endamálið! 

So fóru vit at shoppa!

Við ynskilistanum frá skúlanum sum grundarlagi hava vit keypt eina rúgvu av nýggjum leikum og útgerð – millum annað mooncars, sitifótbóltsborð, seymimaskinur, byggiklossar og nógv, nógv annað.

Í gjár varð so stóri dagurin, tá vit komu við øllum. Tað var ein sonn frøi at bera kassarnar inn, meðan forvitin og spent børn fylgdu við.

Eitt starvsfólk segði, at tað var ein rørandi løta, tí fleiri av teimum stóru leikunum, sum børnini hava spælt við, eru heilt aftur frá 1980- og 1990-árunum – ella eldri.

Nú fáa næmingarnir fleiri nýggjar møguleikar at spæla, skapa, byggja, røra seg og verða avbjóðaðir – eisini teir dagarnar, tá føroyska veðrið heldur okkum innandura.
Hjartaliga takk til Elsass Fonden, sum gav Javna møguleikan at gera hetta. Tað var ein serlig gleði hjá okkum at sleppa at lata næmingunum í Skúlanum á Trøðni allar hesar nýggju leikurnar. 

Aftur
Stuðla Gerst limur