ENN ERU PLÁSS TØK TIL JAVNAFIESTA 2027!
ENN ERU PLÁSS TØK TIL JAVNAFIESTA 2027
Hevur tú ikki teknað teg enn? Enn eru nøkur pláss tøk til Javnafiesta 2027!
Javnafiesta verður í samstarvi við Sólorku í Spania í tíðarskeiðinum 22.–29. apríl 2027, og flogið verður beinleiðis.
Á skránni verða m.a. undirhald, fakligt innihald, temaløtur, sansaligar og kropsligar upplivingar, útferðir, dansur, DJ-kvøld, felags tiltøk og nógvur hugni.
Kostnaður:
• Kr. 9.850 fyri hvønn, tá tvey ella fleiri gista saman
• Full pensjón er íroknað
• Einmanskamar: + kr. 1.200
• All inclusive: + kr. 700 fyri alla vikuna
Limir hjá Javna hava framíhjárætt til plássini, og fylgjarar hjá limum verða javnsettir við limir.
Tilmelding fer fram á: solorka@solorka.com
Ikki limur í Javna enn? Tú kanst tekna limaskap á javni.fo ella ringja til okkum á tlf. 208090.
Vit gleða okkum til eina hugnaliga, fakliga og innihaldsríka viku saman í Spania!