FØROYSKI ARBEIÐSMARKNAÐURIN OG MENNINGARTARN
Nýggj frágreiðing um arbeiðsmarknaðin og fólk við menningartarni
Javni hevur gjørt eina frágreiðing um møguleikar og forðingar hjá fólki við menningartarni at fáa og varðveita eitt starv á vanliga føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Endamálið við frágreiðingini er at varpa ljós á, hvat skal til fyri at fleiri fólk við menningartarni fáa møguleika at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum.
Frágreiðingin byggir á samrøður við fólk við menningartarni, avvarðandi, arbeiðsgevarar, starvsfólk á serliga skipaðum miðnámi og umboð fyri viðkomandi stovnar.
Høvuðsniðurstøður úr frágreiðingini
- Fólk við menningartarni kunnu hava eitt gott og varandi arbeiðstilknýti, tá arbeiðsuppgávurnar eru hóskandi, og neyðugur stuðul er tøkur.
- Forðingarnar liggja ikki bara hjá tí einstaka. Ógreið ábyrgdarbýting, torførar mannagongdir og avmarkað atgongd til stuðul kunnu gera tað trupult at fáa og varðveita eitt starv.
- Starvsvenjing, samstarv og vegleiðing hava stóran týdning. Arbeiðsgevarar hava tørv á greiðari kunning, ráðgeving og stuðli, so teir hava góðar fortreytir fyri at taka ímóti og varðveita starvsfólk við menningartarni.
Frágreiðingin vísir sostatt, at tað ikki bert eru førleikarnir hjá tí einstaka ella viljin hjá arbeiðsgevaranum, sum avgera, um tað eydnast at fáa eitt varandi arbeiðstilknýti. Skipanirnar og samstarvið millum teir ymisku partarnar hava eisini stóran týdning.
Við frágreiðingini ynskir Javni at skapa størri vitan og leggja upp til kjak um, hvussu vit kunnu skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað, har fleiri fólk við menningartarni fáa møguleika at luttaka.
Les alla frágreiðingina her.