Familjuálmanakkin 2027
Álmanakkin 2027
Álmanakkin hjá Javna 2027 tekur støði í ABC fyri sálarliga heilsu – ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
Við myndum og frásagnum seta vit sjóneykuna á tað, sum gevur okkum gleði, felagsskap og meining í gerandisdegnum.
Vit eru ymisk, men øll hava vit tørv á at vera partur av einum felagsskapi, vera virkin og gera nakað, sum hevur týdning fyri okkum.
Álmanakkin er prýðiligur, og harafturat praktiskur á tann hátt, at upp til fýra familjulimir kunnu eiga sína kolonnu at seta avtalur og merkisdagar í.
Við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna, felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra.
Gevið Gætur! Prísurin fyri at senda ein álmanakka er nógv hækkaður, og kostar tað nú 61 kr. at senda. Hesin kostnaður kemur afturat kostnaðinum fyri álmanakkan, so um hann skal sendast, verður kostnaðurin 211 kr. tilsamans.
Prísur
150.00 kr.