Familjuálmanakkin 2027
Álmanakkin hjá Javna 2027 tekur støði í ABC fyri sálarliga heilsu – ver virkin, ver saman og ver hugbundin.
Við myndum og frásagnum seta vit sjóneykuna á tað, sum gevur okkum gleði, felagsskap og meining í gerandisdegnum.
Vit eru ymisk, men øll hava vit tørv á at vera partur av einum felagsskapi, vera virkin og gera nakað, sum hevur týdning fyri okkum.
Tá tú keypir álmanakkan hjá Javna, fært tú ikki bara ein vakran álmanakka við myndum og frásagnum. Tú ert samstundis við til at stuðla arbeiðinum hjá Javna fyri at betra um korini og møguleikarnar hjá fólki við menningartarni og avvarðandi teirra.
Prísur
150.00 kr.