Lurta
mán. 29. jun.

Ársaðalfundurin

Aðalfundur Javna

verður í Hósvíkar skúla, Vørðuvegur 5, Hósvík

Mánadagin 29. juni 2020 kl. 19

Frá klokkan 18 bjóða vit ein góðan bita.

 

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Ársfrágreiðing
  3. Grannskoðaður roknskapur hjá felagnum og grunnum verður framlagdur til góðkenningar.
  4. Góðkenna økisnevndarval og val av formanni og 2 nevndarlimum í teirri í § 9A nevndu undirnevndini Spyr meg.
  5. Formansval
  6. Starvsnevndarval
  7. Grannskoðaraval
  8. Møgulig limagjaldsáseting
  9. Innkomin mál til viðgerðar og/ella avgerðar
  10. Ymiskt

Starvsnevndarval

Í ár skulu veljast formaður, sum situr í tvey ár, tvey umboð til starvsnevndina, sum sita í tvey ár, og ein tiltakslimur, sum situr í eitt ár.

Gr. 6, st. 4 í viðtøkunum sigur at: Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin - tað vil siga mánadagin 22. juni.

Val til Spyr Meg nevndina

Til nevndina í Spyr Meg skulu veljast formaður, sum situr í tvey ár, og ein nevndarlimur og ein tiltakslimur, sum sita fyri eitt ár.

 

Aðalfundurin tekur atlit til tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona.

Nevndin

Stuðla Gerst limur