Lurta

Viðtøkur fyri Javna

§ 1 Navn

Navn felagsins er Javni.

2. stk. Heimstaður felagsins er Tórshavn

3. stk. Limir felagsins hefta ikki fyri skuld hjá felagnum.

§ 2 Endamál

Endamál felagsins er:

  • í einum og øllum at stuðla fólki við menningartarni og teimum, sum av teimum varða, og fremja áhugamál teirra
  • at fólk við menningartarni í Føroyum eru og liva á sama støði, sum onnur fólk í Føroyum, sum virkin luttakari í samfelagnum
  • at virka fyri ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. 

§ 3 Javni 

Javni er mannarættindafelagsskapur og felagið er óheft av øllum partapolitiskum og átrúnaðarligum virksemi og spurningum. 

§ 4 Limaskapur 

Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu gerast limir.

§ 5 Valbæri 

Valbæri til álitisstørv felagsins hava næstringar hjá fólki við menningartarni og onnur, sum beinleiðis hava umsorgan fyri fólki við menningartarni.[1]

§ 6 Aðalfundur 

Aðalfundur felagsins verður hildin á hvørjum ári í apríl ella mai mánað. Fundarstaður og tíð verða lýst í almennum blaði í seinasta lagi 3 vikur fyri aðalfundin.

Aðalfundurin, ið er hægsti myndugleiki felagsins, verður hildin við hesi skrá:

  • Val av fundarstjóra og skrivara
  • Ársfrágreiðing
  • Grannskoðaður roknskapur hjá felagnum og grunnum verður framlagdur til góðkenningar.
  • Góðkenna økisnevndarval og val av formanni og 2 nevndarlimum í teirri í § 9A nevndu undirnevndini Spyr meg.
  • Formansval
  • Starvsnevndarval
  • Grannskoðaraval
  • Møgulig limagjaldsáseting
  • Innkomin mál til viðgerðar og/ella avgerðar
  • Ymiskt

2. stk. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum. 

3. stk. Formaðurin verður valdur á aðalfundinum fyri 2 ár. Um formaðurin leggur frá sær í ótíð, kallar starvsnevndin til eykaaðalfundar við formansvali á skránni. 

3. stk. Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin (nr. 9 á skránni) skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin. 

4. stk. Fýra starvsnevndarlimir og 2 tiltakslimir verða valdir fyri 2 ár. 

5. stk. Formaður og minst 2 nevndarlimir skulu vera foreldur ella næstringar hjá fólki við menningartarni.

§ 7 Eykaaðalfundur 

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið formaðurin ella helvtin av økisnevndarlimunum ella 20 % av limunum krevja tað.

2. stk. Formaðurin lýsir til eykaaðalfundar við 3 vikum varsli, eftir at slík áheitan er komin honum til kunnleika, og við tí skrá, sum áheitanin hevur kravt.

§ 8 Starvsnevndin 

Starvsnevndin skipar seg við næstformanni og kassameistara. 

2. stk. Starvsnevndin heldur fund, tá ið formaðurin ella tveir starvsnevndarlimir krevja tað. 

3. stk. Starvsnevndin er viðtøkufør, tá 3 limir eru á fundi, teirra millum formaður ella næstformaður. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. 

4. stk. Starvsnevndin teknar felagið, men kann lata formanni ella td. starvsfólki fulltrú í hóskandi mun til dagliga rakstur felagsins. 

5. stk. Starvsnevndin ger starvsreglur fyri virki sítt, heruppií reglur um rakstrarætlan, møguliga løn, samsýning, endurgjald fyri ferðing, blaðútgávu o.a. Hesar reglur verða lagdar økjafundinum til kunningar.

6. stk. Keyp, søla ella veðseting av fastari ogn krevur aðalfundarsamtykt, og skal vera nevnd í aðalfundarlýsingini.

7. stk. Tann persónur, ið av aðalfundinum er valdur til formann í teirri í § 9 A í viðtøkunum valdu nevndu undirnevndini Spyr meg, hevur eygleiðarastøðu við talurætti í starvsnevnd Javna.

§ 9 Økisnevndir 

Felagið verður skipað við økisnevndum í hesum økjum:

1. Suðuroy 
2. Streymoy + Nólsoy, Hest, Koltur, Sandoy, Skúvoy og Dímun
3. Vágar og Mikines
4. Eysturoy
5. Norðuroyggjar

2. stk. Limir felagsins í hesum økjum velja sínámillum 3 limir í økisnevndina fyri 2 ár í senn. Økisnevndarlimir skulu góðkennast á aðalfundinum. 

3. stk. Økisnevndirnar skulu røkja áhugamál felagsins í økjunum og annars vera starvsnevndini til hjálpar eftir tørvi. 

4. stk. Starvsnevndin boðar økisnevndunum til økjafund eftir tørvi, tó í minsta lagi eina ferð um árið. 

§ 9A Spyr meg 

Aðalfundur felagsins velur eina undirnevnd hvørs endamál er at virka fyri, at fólk við menningartarni fáa eina sjálvstøðuga rødd við støði í hugtakinum “independent living”.

2. stk. Henda undirnevnd eitur “Spyr meg”. Nevndin verður mannað við trimum av aðalfundi felagsins valdum limum og verður formaðurin valdur beinleiðis á aðalfundinum. Formaðurin í nevndini Spyr meg hevur eygleiðarastøðu við talurætti í starvsnevnd Javna.

Limir verða valdir fyri 2 ár í senn og er afturval loyvt. Formaðurin stendur fyri vali líka ár og hinir báðir nevndarlimirnir ólíka ár, og sum skiftisreglu verða á ársaðalfundinum 2015 valdir tríggir nevndarlimir, formaðurin fyri eitt ár og hinir báðir nevndarlimirnir fyri tvey ár.

Valdur verður ein tiltakslimur fyri tvey ár í senn, og stendur hann fyri vali ólíka ár. Galdandi er skiftisskipan, soleiðis at í 2020 verður tiltakslimur valdur fyri eitt ár.

Bert limir í Javna við menningartarni, kunnu verða valdir til nevndarlimir í hesi undirnevnd. Rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundinum í sambandi við val av hesi undirnevnd hava allir møttir limir felagsins.

3. stk. Henda undirnevnd kann á ongan hátt binda felagið fíggjarliga. Undirnevndin refererar í øllum virksemi sínum beinleiðis til starvsnevndina og hevur formaðurin í Javna rætt til at luttaka á fundum í undirnevndini. Starvsnevndin ger reglugerð fyri virksemi nevndarinnar og letur stuðul og hjálp til at útinna virksemi nevndarinnar.

§ 9B Stýrisbólkar

Undir Javna kunnu setast á stovn stýrisbólkar, sum hava til endamáls at virka fyri seráhugamálum, sum eru í tráð við endamálsorðing felagsins.

2. stk. Hesir stýrisbólkar arbeiða undir viðtøkunum hjá Javna, og limirnir í bólkinum skulu vera limir í Javna.

3. stk. Reglugerð fyri stýrisbólkar skulu góðkennast av starvsnevndini í Javna.

4. stk. Ein stýrisbólkur kann á ongan hátt binda felagið fíggjarliga. Bólkurin refererar í øllum virksemi sínum beinleiðis til starvsnevndina.

5. stk. Starvsnevndin letur eftir førimuni stuðul og hjálp til at útinna virksemið.

§ 10 Roknskaparárið 

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

§ 11 Avtøka 

Felagið verður tikið av, tá ið í minsta lagi 80 limir møta á tveimum fylgjandi aðal- ella eykaaðalfundum við avtøku á skránni, og 2/3 av møttu limunum greiða atkvøðu fyri avtøku. Í minsta lagi 1 og í mesta lagi 2 mánaðir skulu vera millum fundirnar.

2. stk. Fundurin ger samstundis av, hvat skal gerast við ognir felagsins, sum skulu latast til líknandi endamál, sum Javni hevur virkað fyri. 

Soleiðis viðtikið í 1994 við broytingum í 1996, 1998, 2000, 2001, 2002, 2010, 2013, 2017, 2019, 2020 og 2021.

[1] Onnur , sum beinleiðis hava umsorgan fyri fólki við menningartarni, eru td. starvsfólk á verkstøðum ella bústovnum, sum dagliga hava við fólki við menningartarni at gera.