Grundsjónarmið
- Hvørt einstakt fólk er serstakt.
- Øll – uttan mun til brek – hava sama rætt til lívið.
- Fólk við menningartarni hava sama virði og somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum onnur.
- Øll hava rætt til góð lívskor og tryggleika.
- Øll skulu hava møguleika at samskifta við onnur og at verða møtt við virðing.
- Øll skulu hava møguleika út frá egnum fortreytum at ávirka sítt egna lív.
- Øll hava rætt til góða og fjølbroytta menning eftir egnum fortreytum.
- Samfelagið hevur skyldu at veita hvørjum einstøkum tann stuðul, honum tørvar.
Stevnumið
Við støði í nevndu grundsjónarmiðum setir Javni sær hesi stevnumið:
1. Lívið:
Øllum– uttan mun til brek – skal tryggjast sami rættur til lívið.
Javni skal tí virka fyri:
- at fáa skikkað tilfar við upplýsingum um fosturkanningar, og at læknar og jarðarmøður brúka hesa ráðgeving til tey væntandi foreldrini.
- at útvega tilfar við upplýsingum um stuðulsmøguleikar til familju, sum hevur fingið barn við breki.
- at børn við breki fáa brekið greinað so gjølla og so tíðliga sum møguligt, so sleppast kann undan ógreiðum sjúkuavgerðum.
2. Familjan:
Familjuni hjá einum barni við menningartarni skal tryggjast samskipaður praktiskur og fíggjarligur stuðul, so at hon verður minst møguligt nívd av brekinum.
Javni skal tí virka fyri:
- at geva út tilfar, ið kunnar um stuðulsmøguleikar fyri familjuna, bæði fíggjarligar og praktiskar.
- at skikkað tilboð eru til børn undir skúlaaldur, bæði í vanligum dagstovni, men lagað til serstaka tørvin, og í serstovnum.
- at familjur, ið hava fingið barn við menningartarni fáa praktiskan og fíggjarligan stuðul eftir tørvi, fyri at lætta um brekið.
- at foreldrasamtøk verða sett á stovn, har familjur í líkum umstøðum kunnu møtast og luta royndir sínamillum, sum geva íblástur og styrki til gerandisdagin.
3. Útbúgving:
Børn, ung og vaksin við menningartarni hava – sum øll onnur - rætt til skúlagongd, sum skal vera lagað til tørv hins einstaka. Skúlatilboðini skulu í størst møguligan mun vera í vanliga skúlanum. Serskúli skal bara brúkast í serstøkum førum, tá tørvur næmingsins krevur tað.
Eins og onnur ung skulu ung við menningartarni hava tilboð um skúlagongd eftir fólkaskúla.
Javni skal tí virka fyri:
- at næmingar við menningartarni ikki verða fyri mismuni.
- at øll hava møguleika at velja hóskandi skúla - uttan mun til bygd ella bý.
- at fólkaskúlin fær umstøður at taka sær av næmingum við serligum tørvi.
- at serskúlar fáa dagførdar og betraðar karmar at virka undir.
- at næmingar við menningartarni fáa miðnámsskúlatilboð.
- at næmingar við menningartarni fáa tilboð um eftirskúla og háskúla.
- at vaksin við menningartarni fáa tilboð um undirvísing fyri vaksin (voksenundervisning).
- at lærarar og stuðulsfólk fáa hóskandi útbúgving/eftirútbúgving til dygdargott og miðvíst at kunna undirvísa næmingum við menningartarni eftir næmingsins fortreytum.
4. Bústaðarviðurskifti:
Vaksin fólk við menningartarni skulu – eins og onnur - hava møguleika at velja sær egnan bústað. Hesin má vera væl innrættaður og teimum má tryggjast støðug og skikkað hjálp.
Javni skal tí virka fyri:
- at tryggja fólki við menningartarni lógarfestan rætt til egnan bústað.
- støðugt at gera vart við bústaðatørvin.
- at øllum við menningartarni verður útvegað hóskandi bústaður.
- at tann við menningartarni fær høvi saman við sínum avvarðandi at velja, hvar og hvussu hann ella hon vil búgva.
- at fólk við menningartarni - sama hvar tey búgva - hava rætt til persónliga hjálp og stuðul.
- at ungfólk við menningartarni, sum ganga í skúla, fáa hóskandi bústað og hjálp.
5. Arbeiði:
Vaksin fólk við menningartarni hava - sum onnur fólk - rætt til eitt arbeiði.
Javni skal tí virka fyri:
- at nóg nógv arbeiðspláss eru tøk á vardum verkstøðum.
- at fólk við menningartarni eisini kunnu arbeiða á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
- at ráðgevarar verða settir at stuðla fólki við menningartarni á arbeiðsmarknaðinum.
- at fólk við menningartarni fáa navngivið hjálparfólk á arbeiðsplássinum at venda sær til, sum kann stuðla teimum og lætta um samskiftið við starvsfelagarnar.
- at fólk við menningartarni kann fáa settan stuðul til arbeiðis.
6. Frítíð:
Fólk við menningartarni hava - eins og øll onnur - tørv á dygdarríkari frítíð og sosialari samveru.
Javni skal tí virka fyri:
- at fáa frítíðarklubbar settar á stovn um landið.
- at ítróttartilboð til fólk við menningartarni eru í støðugari menning.
- at økt verður um frítíðartilboðini.
- at fólk við menningartarni í størst møguligan mun fáa tikið lut í vanligu frítíðartilboðunum í nærumhvørvinum.
7. Heilsa:
Fólk við menningartarni hava sama rætt til viðgerð og heilsurøkt sum øll onnur, uttan mun til hvørji likamlig ella sálarlig brek tey annars hava.
Javni skal tí virka fyri:
- at fólk við menningartarni í sjúkrahúsverkinum verða móttikin og viðgjørd á jøvnum føti við onnur.
- at fakfólk á sálarsjúkuøkinum fáa eftirútbúgving / serútbúgving at taka sær av sálarsjúkum fólki við menningartarni.
8. Sjálvsavgerðarrættur:
Fólk við menningartarni hava - eins og onnur - rætt at hava ávirkan á egin lívskor og at taka egnar avgerðir.
Javni skal tí virka fyri:
- at tann einstaki fær størst møguliga ávirkan á egin lívskor.
- at fólk við menningartarni verða upplýst og útbúgvin til at skipa egin lívskor.
- at fólk við menningartarni verða hoyrd og hava ávirkan í øllum viðurskiftum, ið viðkoma teimum.
9. Samlív:
Fólk við menningartarni hava - sum onnur fólk - rætt til hjúnarband og samlív.
Javni skal tí virka fyri:
- at øll fáa upplýsing um kropp, kyn og kærleika.
- at øll fáa møguleika at hava eitt samlív.
- at neyðug, praktisk hjálp verður boðin.
10. Aldurdómur:
Eldri fólk við menningartarni hava rætt til ein virðiligan aldurdóm á jøvnum føti við onnur eldri fólk. Havast skal í huga, at tey eru gomul og menningartarnað
Javni skal tí virka fyri:
- At yvirgongdin til pensjónistatilveruna verður virðilig.
- At eldri fólk við menningartarni verður tryggjaður ein virðiligur aldurdómur.
- At tey hava møguleika at velja sær hóskandi bústað.
- At tey framhaldandi kunnu hava ávirkan á egin lívskor og ráða fyri egnum fíggjarviðurskiftum.
- At tey fáa tilboð um ítriv og stimbran, ið bæði kann geva innihald og gagna heilsuni.
- At tey, sum eru á lívsins síðsta stigi, fáa sama professionella og kensluliga stuðul til teirra lívslok sum onnur.