Lurta

Spyr Meg

Spyr meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna. 

§ 9A í viðtøkunum hjá Javna snýr seg um Spyr meg, og er soljóðandi: 

Aðalfundur felagsins velur eina undirnevnd hvørs endamál er at virka fyri, at fólk við menningartarni fáa eina sjálvstøðuga rødd við støði í hugtakinum “independent living”.

Stk. 2. Henda undirnevnd eitur “Spyr meg”. Nevndin verður mannað við trimum av aðalfundi felagsins valdum limum og verður formaðurin valdur beinleiðis á aðalfundinum. Formaðurin í nevndini Spyr meg hevur eygleiðarastøðu við talurætti í starvsnevnd Javna.

Limir verða valdir fyri 2 ár í senn og er afturval loyvt. Formaðurin stendur fyri vali líka ár og hinir báðir nevndarlimirnir ólíka ár, og sum skiftisreglu verða á ársaðalfundinum 2015 valdir tríggir nevndarlimir, formaðurin fyri eitt ár og hinir báðir nevndarlimirnir fyri tvey ár.

Valdur verður ein tiltakslimur fyri tvey ár í senn, og stendur hann fyri vali ólíka ár. Galdandi er skiftisskipan, soleiðis at í 2020 verður tiltakslimur valdur fyri eitt ár. 

Bert limir í Javna við menningartarni, kunnu verða valdir til nevndarlimir í hesi undirnevnd. Rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundinum í sambandi við val av hesi undirnevnd hava allir møttir limir felagsins.

Stk. 3. Henda undirnevnd kann á ongan hátt binda felagið fíggjarliga. Undirnevndin refererar í øllum virksemi sínum beinleiðis til starvsnevndina og hevur formaðurin í Javna rætt til at luttaka á fundum í undirnevndini. Starvsnevndin ger reglugerð fyri virksemi nevndarinnar og letur stuðul og hjálp til at útinna virksemi nevndarinnar.”

Herdis Johnsdóttir Johannesen, nevndarforkvinna í Spyr Meg

Herdis er ættað úr Hvalvík. Í løtuni gongur hon á eftirskúlanum Rásini í Saltangará. Herdis varð fyrstu ferð vald í nevndina á aðalfundinum 29. juni 2020.

Meiken S. Olsen, nevndarlimur í Spyr Meg

Maiken er úr Havn. Maiken býr í Hoyvík, og hon starvast í Kringvarpinum.

Maiken varð fyrstu ferð vald í nevndina í Spyr meg á aðalfundinum 4. mai 2013. Hon varð seinast afturvald á aðalfundinum í 2021.

Erla Gunnhild Marr Erlandsdóttir, nevndarlimur í Spyr Meg

Erla er ættað úr Havn, har hon eisini býr. Í løtuni gongur hon á Serliga Skipaðum Miðnámi á Glasir.

Erla varð fyrstu ferð vald inn í nevndina á aðalfundinum 29. juni 2020 sum tiltakslimur, og bleiv vald í nevndina á aðalfundinum 5. mai 2021.

Lennart Magnussen, tiltakslimur í Spyr Meg

Lennart er ættaður úr Skálavík, men býr í Havn. Hann starvast á Verkstaðnum Vón á Argjum, og hjá J&K Petersen í Hoyvík.

Lennart varð fyrstu ferð valdur í nevndina á aðalfundinum 29. juni 2020, og bleiv valdur til tiltakslim á aðalfundinum 5. mai 2021.