Hjálp okkum at gera mun
Óansæð um tú er limur í Javna ella ikki, kanst tú stuðla okkara arbeiði við eini eingangs- ella afturvendandi upphædd.
Gávur í samband við føðingardagar og onnur hátíðarlig tiltøk
Tað er eisini møguligt at lata eina gávu til Javna í samband við føðingardagar, brúdleyp, starvsdagar ella onnur hátíðarlig høvi.
Vit senda eitt takkarbræv til tann, sum hátíðarhaldið snýr seg um. Í brævinum stendur m.a. samlaða upphæddin, sum kom inn og nøvnini á teimum, ið lótu gávu.
Gávan kann latast inn á konto 6460 1539622, í Føroya Banka. Umráðandi er at viðmerkja heiti av tiltakinum og navn hjá tí, sum heldur tiltakið.
Minnisgávur
Vit takka hjartaliga fyri, um tit í samband við jarðarferðir hugsa um okkum.
Tá ið Javni fær gávur í samband við eina jarðarferð, verður takkarbræv sent avvarðandi. Í brævinum stendur m.a. samlaða upphæddin, sum kom inn og nøvnini á teimum, ið lótu gávu.
Javni hevur konto í hesum peningastovnum. Umráðandi er at viðmerkja navnið á viðkomandi, ið fer til gravar.
- Føroya Banki: 6460-0000055052
- Betri Banki: 9181-0007951118
- Norðoya Sparikassi: 9865-0004187886
Takk fyri!