Lurta
21.03.2020

Altjóða Down Syndrom dagur

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur. Seinastu árini hevur Javni skipað fyri tiltaki á degnum fyri at varpa ljós á, og kunna um Down Syndrom. Í ár er støðan serlig, og vit hátíðarhalda dagin – ikki saman, men hvør sær.

Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur.

Meira um dagin er at finna á heimasíðuni hjá World Down Syndrom Day www.worlddownsyndromday.org

Aftur
Stuðla Gerst limur