Lurta
27.03.2020

Tiltøkini hjá Almannaverkinum halda fram til 14. apríl

Almannaverkið hevur í dag sent út soljóðandi fráboðan:

 

TILTØKINI Í ALMANNAVERKINUM, FYRI AT MINKA UM SMITTUVANDAN AV KORONAVIRUS, HALDA FRAM TIL 14. APRÍL
Landsstýrið og landslæknin hava mælt til at tiltøkini fyri at minka um smittuvandan av koronavirus verða longd til aftaná páskir. Almannaverkið hevur tískil tikið avgerð um at leingja tiltøkini til 14.apríl.

Síðani 16. mars tá tiltøkini vóru sett í verk, hevur Almannaverkið fylgt neyvt við støðuni á bæði tænastum og veitingum til borgarar í Føroyum. Tiltøkini hava sjálvsagt við sær avleiðingar fyri bæði borgarar og starvsfólk, og tí hevur støðugt verið neyðugt at meta um avleiðingarnar av tiltøkunum.
Samanumtikið kann sigast, at hóast strongu tiltøkini fyri at minka um smittuvandan, hava borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum handfarið avbjóðandi støðuna væl.

ALLAR VEITINGAR OG PENSJÓNIR KOYRA SUM VANT
Almannaverkið letur hvønn mánað meira enn 20.000 veitingar og pensjónir. Hóast tiltøkini móti koronavirus, so koyra allar veitingar og pensjónir sum vanligt, meðan alt virksemi, ið ikki er bráðneyðugt, er útsett. Allar móttøkur hjá Almannaverkinum eru stongdar til 14. apríl, men starvsfólk eru tó til arbeiðis, sum taka sær av og avgreiða umsóknir um stuðul til uppihald.

BÚSTOVNARNIR Í ALMANNAVERKINUM VIRKA SUM VANLIGT
Almannaverkið hevur ábyrgdina av 250 borgarum, sum búgva á bústovnum hjá Almannaverkinum. Til ber ikki at stongja hesar bústovnar, og tískil heldur virksemið fram sum vanligt. Í ávísum førum eru og verða bráðfeingis loysnir skipaðar.
Fyri at tryggja bústovnarnar best møguligt móti smittu, hevur Almannaverkið sett serligar fyriskipanir í verk, sum tryggja stovnunum neyðuga talið av starvsfólkum, eisini um borgari ella starvsfólk á onkrum stovni verður smittað. Fyri at byrgja fyri smittubreiðslu sleppa avvarðandi og onnur ikki á vitjan á bústovnunum.

FLEIRI TILBOÐ ERU STONGD ELLA HAVA MINKAÐ MUNANDI UM VIRKSEMIÐ
Øll dagtilboð, frítíðartilboð, verkstøð og umlættingarstovnar eru afturlatin. Talan er um umleið 30 dagtilboð, frítíðartilboð ella umlættingarstovnar, sum veita tænastur til gott 500 borgarar. Borgararnir noyðast tískil framvegis, í størst møguligan mun, at verða við hús ella á bústovni.
Stuðulsvirksemið, sum 250 borgarar fáa í løtuni, verður bert gjørt, tá tað er alneyðugt. Ein faklig meting av, hvat er alneyðugt, verður gjørd í einstøku eindunum.
Teknmálstulking verður einans gjørd umvegis Skype og annars í sambandi við neyðstøðu og tilbúgving.
Øll endurvenjing er avlýst, tó ikki í serligum førum, har endurvenjingin er alneyðug, um støðan hjá borgara ikki skal versna munandi.
Hjálpartól lata aftur, men starvsfólk eru til arbeiðis sum avgreiða bráðfeingis umsóknir og veitan av hjálpartólum.

VIT OG SKIL OG FRÁSTØÐA
Umframt ásetingarnar um avlýst virksemi, so eru starvsfólk í Almannaverkinum vorðin kunnaði um vanlig tiltøk, sum raka øll, ið hava við Almannaverkið at gera. Ásetingarnar fylgja vegleiðingum og boðum frá almennu umsitingini annars.
Hesi tiltøkini eru:
- Øll starvsfólk, sum kunnu arbeiða heimanifrá, eru farin til hús.
- Umleið 40 starvsfólk á Staravegi 18 arbeiða í skiftisskipan, sum er skipað sambært tilmælunum um frástøðu.
- Allar vitjanir ella fundir uppá tvørs av eindum, tænastum ella stovnum eru avlýstar. Samskift verður um telefon ella digitalt samskifti.
- So fá fólk, sum gjørligt, savnast á sama stað.
- Fólk skulu royna at halda seg minst 2 metrar frá hvørjum øðrum.
- Kantinan á Staravegi 18 í Havn er stongd.
- Allar avtalur, um at fólk koma til Almannaverkið á fund ella annað, eru avlýstar.
- Øll uttanlandsferðing er avlýst.

Almannaverkið

Aftur
Stuðla Gerst limur