Lurta
05.04.2020

Avbyrging ikki ein varandi loysn

Nú eru skjótt 3 vikur síðan, at Almannaverkið boðaði frá, at fyri at fyribyrgja smittubreiðslu vórðu serligar fyriskipanir settar í verk á bústovnum, og inniber hetta millum annað, at avvarandi og onnur hvørki sleppa at vitja ella fáa vitjan av sínum kæru - heldur ikki á sambýlum og búfelagsskapum.

Hóast myndugleikarnir ikki hava sett Føroya fólki forboð fyri sosialari samveru, men eru komnir við leiðreglum, sum skulu fyribyrgja smittu, so skilja vit væl, at Almannaverkið valdi at seta strangar reglur í verk á sambýlum og búfelagsskapum - at byrja við. Støðan er nýggj og fyri okkum øll ókend.

Men nú fyrsti óttin hevur lagt seg, vit øll hava vant okkum við at fylgja leiðreglunum hjá myndugleikunum, og tamarhald tykist at vera á støðuni, so eigur Almannaverkið at taka hetta upp til nýggja meting. Tey, sum búgva í sambýlum og búfelagsskapum hava somu rættindir og skyldur sum øll onnur í landinum. Tey búgva ikki á stovnum, men í privatum heimum. Avbyrging er ikki ein varandi ella lóglig loysn, hóast landið er í undantaksstøðu. Tað eru ikki øll sum tola at vera í varhaldslíknandi støðu í fleiri vikur, og fyri tey kunnu núverandi fyriskipanir fáa stórar avleiðingar.

Sambýlir og búfelagsskapir í landinum eru ymisk, bæði í mun til búfólk og innrætting. Nøkur fólk hava egnu íbúð, ímeðan onnur búgva fleiri saman í vanligum sethúsum. Eisini er tað ymiskt, í hvønn mun búfólkini duga at skýggja smittuna, ella eru í serligum vandabólki, blíva tey sjúk. Sjálvandi skulu vit øll taka stórt atlit til smittuvandan, og ansað serliga væl eftir teimum heilsuveiku og útsettu. Men í staðin fyri framhaldandi forboðið, ið rakar øll yvir ein kamb, so mugu einsæris metingar verða gjørdar út frá støðuni, bústaðinum, og hvør býr á staðnum. Tað má vera leiðslan á staðnum, sum saman við búfólki og avvarandi taka støðu til, um tað er ráðiligt at vitja ella fáa vitjan. Nøkur hava stóran tørv á nærveru og umsorgan frá avvarandi, ímeðan onnur mugu verjast í mest møguligan mun ímóti smittu. Tað er ikki ein løtt balansugongd, og sjálvandi má ein og hvør avgerð um sosiala samveru takast við skili, og út frá leiðreglunum frá heilsumyndugleikunum.

Vit heita á Almannaverkið og avvarandi myndugleikar um at taka hetta upp sum skjótast. Forboðið fyri sosialari samveru við tey, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum má burtur, og mannagongdir koma í staðin, ið taka einsæris atlit og fylgja almennu leiðreglunum.

(Myndin er av sambýlinum í Mylnutúni í Klaksvík, og er lánt av heimasíðuni hjá Almannaverkinum)

Aftur
Stuðla Gerst limur