Lurta
16.04.2020

Børn og ung í serligum vandabólkum

Nú skúlar og ansingarstovnar so smátt lata upp aftur í næstum sakna familjur, ið vara av børnum og ungum við varandi breki ella sjúku kunning um, hvussu tey skulu bera seg at. Tey kenna seg ótrygg við støðuna. Hetta kann vera, bæði tí tey ivast í, um teirra barn ítøkiligt er í vandabólki, ella tí tey ikki hava fingið vissu fyri, at neyðugar mannagongdir verða settar í verk fyri tey, ið eru í vandabólki. Hóast vit hoyra, at børn og ung sum heild ikki eru so viðkvom fyri korona-smittuni, so eru nøkur, ið helst skulu skýggja smittuna, og tola illa at blíva sjúk.

Sum vit skilja, so skulu flestu børn við breki ella sjúku ganga eftir vanligu tilmælunum, meðan serlig og einsæris atlit mugu takast í nøkrum førum. Í okkara grannalondum hava tey gjørt serlig korona-tilmælir fyri børn, ið bera brek, ella hava kroniskar sjúkur. Her eru listar við diagnosum og serligum heilsustøðum, ið serlig atlit skulu takast til.

Vit hava heitt á avvarandi myndugleikar í Føroyum um at fáa slíka kunning og vegleiðing út til øll tey, ið vara av børnum og ungum í serligum vandabólkum, og at slík kunning er tøk á korona.fo. Meðan vit bíða eftir nærri kunning kunnu tit hyggja, hvat tilmælini eru í Danmark og Norra:

Dansk Pædiatrisk Selskab, ið er felagið hjá donskum barnalæknum, hevur gjørt eina vegleiðing fyri børn, ið eru í serligum vandabólki ’Skolestart og risikobørn i henhold til Covid-19’. Vegleiðingin liggur her 

Í korona-vegleiðingini hjá norska undirvísingarstýrinum er serligt brot, ið snýr seg um børn við varandi breki ella sjúkum. Leinkjan til brotið er her 

Aftur
Stuðla Gerst limur