Lurta
20.04.2020

Spyr kommunulæknan, um tú eigur at vera á serligum varðhaldi

Nú ansingarstovnar og skúlar so smátt eru farnir at lata upp aftur hevur Javni eftirlýst eini meira greiðari kunning um, hvør eigur at ansað serliga væl eftir sær í mun til koronasjúkuna. Korona ráðgevingin hevur fingið nógvar spurningar bæði frá stovnum og foreldrum at børnum, sum halda seg vera serliga viðkvom fyri koronasjúkuni. Tey hava gjørt ein leiðbeinandi lista til dagstovnarnar, men av tí at støðurnar kunnu vera so ymiskar, so mælir ráðgevingin til, at tað er kommunulæknin hjá tí einstaka barninum/fólkinum, sum hevur eina sjúku á hesum lista, sum ger eina ítøkiliga meting um tørvur er á at vera á serligum varðhaldi. Ráðgevingin metir, at nøkur børn eru so viðkvom, at tey í mest møguligan mun eiga at verða avbyrgd. Hvørji tey eru eigur kommunulæknin at finna fram til út frá diagnosu, viðgerð og útliti hjá tí einstaka.


Korona ráðgevingin mælir sostatt til, at fólk spyrja kommunulæknan hjá barninum til ráðs, ivast tey í, um barnið eigur at fara á stovn ella í skúla.

Aftur
Stuðla Gerst limur