Lurta
22.04.2020

Fyriskipanir hjá Almannaverkinum lata varisliga uppaftur

Almannaverkið boðar frá, at tey frá 20. apríl lata meira upp í teirra fyriskipanum. Síðan 16. mars hava fólk, ið búgva í búfyriskipanum, verið avbyrgd frá øðrum enn starvsfólkum. Nú verður latið meira upp, har tað ber til. Tó ikki, har borgarar búgva, ið eru mettir at vera í vandabólki. Her mugu tey bíða til 4. mai, áðrenn tey kunnu fáa vitjan ella sjálvi vitja onnur. Sambært Almannaverkinum er tað um helmingurin av teimum 44 bústøðunum, ið enn mugu verða avbyrgd.

Dagtilboð, vard verkstøð, frítíðartilboð og umlætting byrja eisini sítt virksemi aftur frá 20. apríl, men tað er við avmarkingum og skipaðum leisti, har færri fólk eru saman enn vanligt. Eisini her mugu borgarar í vandabólki bíða til 4. mai, tá støða verður tikið til, nær tey kunnu byrja.

Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum ber til at lesa fráboðarnirnar í fullum líki:

Dagtilboð til vaksin 20. apríl til 4. mai

Vard verkstøð 20. apríl til 4. mai

Umlættingarstovnar 20. apríl til 4. mai

Frítíðartilboð til børn 20. apríl til 4. mai

Búfyriskipanir 20. apríl til 4. mai

Aftur
Stuðla Gerst limur