Lurta
29.04.2020

Aðalfundur og ársveitslan útsett

Orsaka av støðuni við Korona hevur nevndin hjá Javna avgjørt at útseta aðalfundin. Ætlanin var at hava bæði aðalfund og ársveitslu leygardagin 18. apríl. Viðtøkurnar hjá Javna siga, at aðalfundurin skal verða í apríl ella í mai, men í ár verður hann so seinni. Tá myndugleikarnir viðmæla, at tað aftur ber til at savnast fleiri fólk, taka vit støðu til nýggj dato. Fundurin verður lýstur 3 vikur áðrenn, bæði á okkara egnu miðlum, og í bløðunum.
 
Somuleiðis hava vit útsett ársveitsluna. Vanliga eru yvir 200 fólk samlaði til okkara veitslur, og koma tey úr øllum landinum. Tað hevði verið ógvuliga óheppið, um veitslugestirnir vórðu smittaðir við Korona. So vit bíða, til tað aftur er trygt at vera saman í veitslulag.  
 
Vit eru kedd av, at noyðast at taka hesa avgerð, og vóna, at tað ikki gongur ov long tíð til aðalfundur og veitsla verða.
Aftur
Stuðla Gerst limur