Lurta
30.04.2020

Einki nýtt frá Almannaverkinum fyrr enn í næstu viku

Løgmaður boðar í dag frá, at Føroyar nú skal upp í ferð. Øll, sum koma til Føroyar úr útlandinum, skulu nú skriva undir eitt sóttarhaldsskjal, har tey lova at fara í sóttarhald í 14. dagar. Komandi mánadag hækkar talið av fólkum, ið kunnu savnast, upp á 50. Í kirkjum og samkomum er talið tó 100 fólk. Frisørar, tannlæknar og líknandi tænastur kunnu opnað aftur frá 4. mai, men á skipaðan hátt. Nakrir árgangir í fólkaskúlanum byrja aftur stigvíst í mai, og tað sama er galdandi fyri hægri skúlar. Eingir festivalar ella stór mentanartiltøk verða hildin áðrenn 30. juni. Dagstovnar opna meira, og á eldraøkinum fara tey eisini at lata meira upp, soleiðis at tey eldru kunnu fáa vitjan. 

Fyri næmingar, ið hava ilt við at fylgja fjarundirvísing, verða serlig stig tikin, soleiðis at teir fáa nakað av undirvísing í skúlanum. Eftirskúlin Rásin í Saltangará letur upp aftur 4. mai.

Einki nýtt er enn frá Almannaverkinum, sum endurmetur støðuna fyrst í komandi viku. Síðan 16. mars hevur helmingurin av vardu bústøðunum verið avbyrgdir, og búfólk hava ikki fingið vitjan ella sjálvi kunna vitja sínar næstringar. Hetta er sera long tíð at vera burtur frá sínum kæru, og krevjandi bæði hjá brúkarum og teirra avvarandi. Vónandi verður hetta eitt av átøkunum, ið verða broytt í næstum. Harafturat koyra vard verkstøð og fleiri onnur tilboð hjá Almannaverkinum framvegis við niðursettari orku, so fleiri hava ikki tað innihaldið í gerandisdegnum, ið tey eru von við. 

Hóast partar av samfelagnum nú opna seg meira, skulu vit framhaldandi verja okkum móti smittu við at virða almennu tilmælini, hava reinføri, og halda frástøðu.

Niðanfyri er leinkja til tíðindaskriv frá myndugleikunum 30. apríl 2020.

Føroyar upp í ferð

Aftur
Stuðla Gerst limur