Gloym meg ei
Á tíðindafundinum í morgum fingu vit øll eina tøkk frá Løgmanni og Koronabólkinum fyri at vera so røsk at fylgja tilmælunum. Løgmaður nýtti eisini høvið til at senda eina serliga tøkk til okkara eldru borgarar fyri teirra tol, og til tey starvsfólk, ið eru um okkara gomlu, veiku og sjúku undir koronakreppuni. Eisini fingu starvsfólkini á skúla- og dagstovnaøkinum eina serliga tøkk frá myndugleikunum. Og tøkkina hava tey øll so hjartaliga uppiborið. Javni hevur tó hug at skoyta nøkur uppí tøkkirnar, sum vit halda blivu gloymd.
Ein annar samfelagsbólkur, ið ikki bleiv nevndur, og sum vit eisini hoyra sera lítið til undir kreppuni, hevur so sanniliga eisini eina serliga tøkk uppiborna fyri teirra tolsemið. Tað eru tey, ið búgva í sambýlum og búfelagsskapum og teirra avvarandi. Nøkur sambýlir hava verið avbyrgd síðan 16. mars, uttan at búfólkini hava haft møguleika fyri at síggja síni kæru, uttan kanska gjøgnum eitt vindeyga, ein bilrút ella ein telduskerm. Heldur ikki hava tey haft møguleika fyri at fara til arbeiðis ella til frítíðartilboð. 46 dagar hevur avbyrgingin vart higartil, og tað er sjálvsagt, at tað er krevjandi. Onnur fólk, sum noyðast í sóttarhald í 14 dagar, geva ilt av sær!
Eisini øll starvsfólkini á serøkinum eiga eina serliga tøkk uppiborna. Tey hava nærmast dag frá degi verið noydd til at umskipa teirra uppgávur, soleiðis at borgarar verða stuðulaðir so gott sum til ber, undir truplu og avmarkaðu umstøðunum. Smærri bólkar, longri vaktir, og minni flyting millum eindir hava bæði stuðla undir trivnaðinum hjá borgarunum, og gjørt tað ringt hjá koronasmittuni at koma innum. Eingin borgari hevur higartil fingið smittuna.
Nú vóna vit, at dyrnar kunnu lata upp skjótt. Og hvør veit, kanska hevur korona ikki bara haft keðilig árin við sær, men eisini onkran góðan lærdóm, sum vit kunnu taka við okkum.