Lurta
06.05.2020

Nú sleppa vit aftur at vitja

Frá hósdegnum 7. mai fer Almannaverkið aftur í nærum fult virksemi, men roknast skal við, at stovnurin ikki koyrir við fullari megi fyrr enn 30. juni.

Nú verður aftur møguligt at vitja og fáa á sambýlum og búfelagsskapum, men eftir nærri avtalu. Vitjanir vera bert á privatu økjunum hjá borgarum, ella í serligum vitjanarrúmið. 

Dagtilboð, frítíðartilboð, umlætting og stuðulsvirksemið hava vanligt virksemi frá 7. mai. Vard verkstøð lata stigvíst meir upp frá 11. mai. Fyri allar tænastur verður miðað eftir fullum virksemi 30. juni, og serlig atlit verða framhaldandi tikin til borgarar í vandabólki.

Arbeiðið verður framhaldandi í mest møguligan mun skipað við fjarstøðu, og dentur verður lagdur á reinførið. 

Les fráboðanina frá Almannaverkinum her

 

Aftur
Stuðla Gerst limur