Lurta
12.05.2020

Enn ber til at søkja inn á serbreytina á Glasir

Ert tú millum 16 og 25 ár, og kundi hugsa tær at fari á miðnám eftir summarferiuna, so er enn møguligt at søkja inn á serbreytina á Glasir. Á serbreytini gongur tú í skúla í 4 ár, og undirvísingin er serliga tillagað til hvønn einstaka næmingin. Tað er IKKI eitt krav, at tú hevur bókligan førleika. 

Undirvísingin leggur dent á samleikamenningina og trivnaðin. Undirvíst verður í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi, og í sosialum førleikum, at duga at handfara egið lív, fólkaræði, samstarv, dannilsi, o.s.fr. harafturat verður undirvíst í ymiskum handverksyrkjum og kropp og heilsu. Seinnu helvt av fýra ára langa skúlaskeiðnum ert tú partvís í starvsvenjing.

Miðnámsskúlatilboðini á serbreyt eru tískil til tín, ið ikki kann gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum. So søk ENDILIGA.

Hygg eftir viðhefta filmi, og fá meira kunning á heimasíðuni hjá Glasir HER

 

Aftur
Stuðla Gerst limur