Lurta
15.05.2020

Nú er at fara í gangi- ella renniskógvarnar

Nú skulu vit øll út at røra okkum. Fólkaheilsuráðið og Sona skipað í døgunum 15 - 31. mai fyri átakinum "HVØR METUR TELUR". Átakið gongur út uppá, at øll skráseta inni í Sona-appini, hvussu nógv tey ganga ella renna. Hetta er ikki ein kapping, men eitt átak at eggja so nógvum sum møguligt til at røra seg, tí tað er ein góð íløga í heilsuna. 

Tað er ikki neyðugt at hava Sona appina sjálvur, fyri at skráseta sínar kilometrar. Um ein námsfrøðingur til dømis gongur ein túr upp á ein kilometur saman við tveimum brúkarum, sum ikki hava appina, so kann námsfrøðingurin skráseta tríggjar kilometrar. Um tey vóru fimm fólk, ið gingu túrin saman, so skuldi teinurin verið faldaður við fimm o.s.fr.

Inni á heimasíðuni Sona.fo ber til at fylgja við, hvussu nógv vit tilsamans røra okkum í teimum ymisku økjunum í landinum.  

Her er ein lítil filmur um átakið

Aftur
Stuðla Gerst limur