Lurta
30.06.2020

Sernám røkkur ikki teimum, ið hava størsta tørvin

Sernám er tann almenni stovnurin, ið skal veita ráðgeving til børn og ung við ymiskum avbjóðingum, og tað er av alstórum týdningin, at stovnurin er vælvirkandi, soleiðis at hann kann vera primus motor fyri menningina gjøgnum barna og ungdómsárini. Tað, sum fer fram á Sernámi í løtuni er ikki sørt ørkymlandi.

Stovnurin hevur seinastu trý árini verið í eini tilgongd við bygnaðarbroytingum. Arbeiðið hjá stovninum er umskipað í fýra økistoymir, ið hvørt veitur ráðgeving í einum avmarkaðum øki í landinum. Sum vit skilja, so skulu hesi økistoymið hava so mikið generellar førleikar, at tey kunnu veita eina javna tænastu um alt landið, og taka sær av øllum ‘vanligum’ avbjóðingum hjá børnum og ungum. Hetta er ein líknandi tænasta sum vit úr okkara grannalondum kenna sum PPR (Pædagogisk Psykologisk Ráðgeving). Hetta er helst skilagott, í mun til ‘vanligar’ avbjóðingar.

Trupuleikin í hesum er, at øll børn ikki kunnu flokkast undir ‘vanligar’ avbjóðingar, sum kunnu fylgjast til hurðina við eitt sindur av ráðgeving. Nógv børn hava størri avbjóðingar, og hava tørv á hollari og áhaldandi ráðgeving fyri at mennast. Hesi børn hava brúk fyri, at ein sterk serfakligheit stendur aftanfyri, og ráðgevur familju, barnagarði og skúla.

Sum er loftar Sernám ikki hesum børnum, og tað er ikki greitt fyri okkum, hvussu Sernám ætlar at lofta hesum børnunum, ella um ætlanin er at lofta teimum yvirhøvur. Sum vit hava skilt, so skal afturat økistoymunum møguliga vera eitt landsdekkandi sertoymið, men higartil hevur hetta toymið ikki verið raðfest. Um vit hava skilt leiðsluna á Sernámi rætt, so verður møguliga ætlaða sertoymið soleiðis, at starvsfólk úr generellu toymunum møguliga ‘sleppa’ at starvast ein part av tíðini í sertoyminum.

Vit eru stórliga bangin fyri, at Sernám við nýggja bygnaðinum letur børn og ung við stórum avbjóðingum detta lúkst niður ímillum. Vanliga ráðgevingin í økistoymunum er ikki nøktandi, og vit hava ilt við at síggja tað munagóða í, at ráðgevingin til hesi børnini skal skipast í einum meira ella minnið virtuellum toymi. Tað, sum hesi børnini hava brúk fyri er eitt sterkt sertoymi, har serkunnleikin og teir arbeiðshættir, ið geva úrslit, sleppa at virka og mennast.

Vit eftirlýsa eina greiða visión fyri, hvussu ráðgevingin til børn og ung í Føroyum, ið hava stórar avbjóðingar, skal skipast framyvir. Skal hetta liggja hjá Sernámi skal nógv størri fokus setast á, og Sernám má taka uppgávuna á seg til fulnar. Tað er ikki nøktandi, at ráðgevar møguliga og kanska verða leystliga knýttir at einum virtuellum sertoymi, sum skal veita hesum málbólkinum vegleiðing. 

Vit vilja enn einaferð inniliga heita á Sernám og á politisku skipanina, ið varðar av stovninum, um at skipa stovnin soleiðis, at atlit eisini verður tikið til tey børnini, ið ikki bert hava ‘vanligar’ avbjóðingar, men tørva áhaldandi vegleiðing og stuðul fyri at mennast. Í løtuni røkkur Sernám ikki teimum børnum, ið hava størsta tørvin á hjálp. 

 

Aftur
Stuðla Gerst limur