Lurta
30.06.2020

Aðalfundur Javna 2020

Aðalfundurin hjá Javna varð hildin mánadagin 29. juni í Hósvíkar skúla. Á skránni var millum annað formansval bæði til Javna og til Spyr Meg nevndina.

Formaður, tveir starvsnevndarlimir, umframt ein tiltakslimur stóðu fyri vali í Javna. Elisabeth Maria Rasmussen og Tróndur Vatnhamar tóku bæði við afturvalið sum nevndarlimir, og tað sama gjørdi Kristrún Kjærbo sum tiltakslimur. Eingi mótvalevnið vóru til hesar postar. Forkvinnan Fía Petersen tók við afturvali. Eitt mótvalevnið var til formanspostin, Ábraham Løkin, og úrslitið av skrivligari atkvøðugreiðslu bleiv, at Fía Petersen varð afturvald. Annika Marr Poulsen er nýggjur limur í økisnevndini í Streymoyar øki.

Til nevndina í Spyr Meg skuldi veljast formaður, ein nevndarlimur, og ein tiltakslimur. Dánial Gram Høgnesen tók ikki við afturvali. Fleiri valevnið vóru til postarnar. Úrslitið av skrivligari atkvøðugreiðslu bleiv, at Herdis Johannesen varð vald til forkvinnu, Lennart Magnussen til nevndarlim, og Erla Marr til tiltakslim. Tey eru øll nýggj í Spyr Meg høpi.

Undir ymiskt var komið uppskot inn um at seta ein ráðgeva í starv í felagnum, sum kann vegleiða limunum í ymiskum spurningum. Hesum tók aðalfundurin undir við, og starvsnevndin tekur hetta víðari á leið.

Forkvinnan greiddi frá virksemi felagsins í árinum, og roknskapurin varð lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Ársúrslitið vísir eitt avlop á kr. 93.174. Munurin stavar í høvuðsheitinum frá, at álmanakkasølan var betur í 2019 enn vænta, og at ætlaða blaðið ikki bleiv givið út.

Skrivstovan hevur haft skrivstovutíð týsd-hósd kl. 10-15. Uttanfyri hesar tíðir hevur virksemið verið lagt til rættis eftir tørvi. Tilsamans 1,25 starvsfólk hava verið í føstum starvi. Javni fær javnan áheitanir og fyrispurningar frá limum og øðrum, og fer nakað av tíð við at viðgera hesar. Hetta kann snúgva seg um mangt og hvat, ið hevur við umstøðurnar hjá fólki við menningartarni at gera.

Nøkur størri og smærri tiltøk hava verið gjøgnum árið, harav nøkur eru afturvendandi, so sum álmanakkasøla, jólagudstænastur, Down syndrom dagurin, familjuvikuskifti, ársveitsla, og javnacruise. Í sambandi við korona vórðu vit noydd at avlýsa/útseta nøkur tiltøk. Ársveitslan 18. apríl varð avlýst, familjudagur í Skótahúsinum við Løkin 16. mai varð avlýstur/útsettur, og tað sama varð eitt systkinaskeið og arbeiði við Best Buddies. Í mars 2020 fekk felagið nýggja heimasíðu.

Niðanfyri er nakað av tí, ið komið varð inn á í frágreiðingini.

Av týdningarmiklum viðurskiftum, sum eru hend síðan síðsta aðalfund kann nevnast, at lógin, sum skal avloysa gomlu Forsorgarlógina varð samtykt. Tilgongdin hevur verið drúgv, og Javni var við at orða álitið, sum lógaruppskotið bygdi á. Javni hevur haft lógaruppskotið til hoyringar og verið til hoyring í Trivnaðarnevndini í tveimum umførum, og vit fegnast um, at fleiri av viðmerkingunum eru tiknar við í nýggju lógina, ið varð endaliga samtykt 19. mai 2020, og er í koming.

Sernám er farin undir eina tilgongd við bygnaðarbroytingum, og Javni fekk í 2018 ábendingar um, at børn, ið hava tørv á varandi hjálp og vegleiðing, duttu niðurímillum í ætlaða bygnaðinum. Nú trý ár eftir at bygningarbroytingarnar á Sernámi fóru av bakkastokki vita vit enn ikki, hvørjar visiónirnar eru fyri teimum børnum og ungu, ið hava stóran tørv á hjálp.

6. februar 2019 var søguligur dagur, tá fyrsti føroyski serbreytanæmingur fekk OCN-prógv frá Tekniska Skúla í Klaksvík. Í juni sama ár fekk fyrsti serbreytaflokkurin prógv frá Miðnám á Kambsdali, eftir 4-ára skúlagongd. Og í juni 2020 blivu restin av serflokkapisunum í Klaksvík og tær á Glasum klaktar.

Ein av heilt stóru avbjóðingunum hjá okkara limum er væntandi bústaðartilboð. Nakrir smærri glottar eru tó at hóma, sum vit verunliga vóna fara at bera á mál. Ætlanin er at byggja tvey sambýlir í Hoyvík, og er skipanaruppskotið fyri tað fyrra gjørt, og væntandi fer verkætlanin víðari til næstu fasu í næstum. Hitt liggur longur frammi í tíðini. Autismuhúsið í Kvíggartúni á Argjum bleiv boðið út, men av tí at tilboðini ljóðaðu uppá næstan tvífalt av metingini valdi landstýriskvinnan ikki at taka av. Støðan í løtuni er, at verkætlanin skal broytast nakað, áðrenn hon verður boðin út aftur. Skipanaruppskot fyri sambýlið í Reynstúni er liðugt, og 25. juni 2020 samtyktið Tórshavnar Býráð at selja byggiøkið til Almannamálaráðið, og sostatt er nú klárt at fara víðari við projekteringini. Landið skal komandi fýra árini brúka 33 mió til umvælingar og dagføringar av fleiri sambýlum, dagtilhaldum o.l., og sama ætlan skal eisini útvega 25 nýggj búpláss – hetta við at innrætta sambýlini øðrvísi ella byggja uppí. Á Eirargarði 14 verður á niðaru hæddini gjørt eitt sambýli til fimm yngri fólk við menningartarni/fjølbreki, og her verður væntandi klárt at flyta inn í heyst.

Javni eigur húsini, har Frítíðarheimið í Skrivaragøtu húsast. Almannaverkið leigar húsini til umlættingheim. Húsini eru gomul, og hóast tey leypandi eru hildin viðlíka, eru tey ótíðarhóskandi, og nøkta ikki tey krøv, vit seta í dag. Í juni í ár gjørdist lyftan óvirkin, og av tí at hon er so gomul kann hon ikki umvælast. Greitt er, at tað verður ein stórur útreiðslupostur fyri felagið, skal nýggj lyfta keypast, og húsini dagførast.

Forkvinnan endaði við at takka øllum, sum gjøgnum árið hava gjørt teirra til at betra um viðurskiftini hjá teimum, ið hava menningartarn.

Á myndini er nevndin í Spyr Meg. Frá vinstru: Lennart Magnussen, Erla Marr, Herdis Johannesen, og Meiken Salberg Olsen.

Aftur
Stuðla Gerst limur