Lurta
23.09.2020

Ókeypis bøkur

Vit hava fingið nøkur eintøk av bókini "Tekn til børn" + fløguna frá Deyvafelagnum at geva til tey, ið ynskja sær eitt eintak. Bókin varð útgivin í 2001, og er ætlað teimum, sum hava tørv á at duga nøkur grundleggjandi tekn til børn. Børn, ið hava málsligar avbjóðingar av ymiskum slag hava stórt gagn av at nýta tekn, annaðhvørt einsamøll ella saman við taluni. Í dag liggur eisini ein føroysk orðabók við teknum á netinum, har til ber at síggja, hvussu teknini skulu gerast. 

Bókin er ókeypis, og tað er først til mølle :-)

Her er leinkja til orðabókina: https://fo.signwiki.org  

Sodan. So var uppi. Tit, sum hava biðið um eina bók eru vælkomin framvið á skrivstovuni hjá Javna eftir henni. Vit hava skrivað nøvnini hjá tykkum á ein lista.

Aftur
Stuðla Gerst limur