Lurta
29.09.2020

Dagligur leiðari til Javna

Vit hava eitt innihaldsríkt og avbjóðandi starv til tín, ið ynskir at gerast dagligur leiðari hjá Javna.

Talan er um fulltíðarstarv, við stórum frælsi at menna og mynda eitt felag, sum seinastu 49 árini hevur virka fyri teimum, ið hava menningartarn.

Vit leita eftir eini eldsál, sum brennur fyri javnrættindum. Saman við formanninum og nevndini leggur tú virksemið hjá felagnum til rættis og hevur dagligu umsitingina um hendi.

Starvið fevnir m.a. um at

  • fyrireika tiltøk, fundir, ráðstevnur, skeið og annað
  • samskifta við limir, myndugleikar, samstarvsfeløg innan- og uttanlands og onnur
  • umboða Javna í arbeiðsbólkum

  • hevur kunnleika til og áhuga fyri viðurskiftum innan brekøkið
  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir
  • dugir at taka stig til nýggj tiltøk
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og hava fleiri bóltar í luftini í senn

Vit bjóða

  • eitt innihaldsríkt, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
  • møguleika fyri menning
  • løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Talan er um fulltíðarstarv.


Freistin at søkja starvið er 15. oktober 2020.


Starvið verður sett 1. desember 2020 ella eftir avtalu. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Fíu Petersen, forkvinnu, tlf. 514827. Umsókn og lívsrensl skulu sendast til: fia@javni.fo

Javni
Javni er mannarættindafelagskapur, sum arbeiðir fyri umstøðunum hjá børnum, ungum, vaksnum og eldri við menningartarni og teirra familjum. Felagið er óheft av øllum partapolitiskum og átrúnaðarligum virksemi og spurningum. Arbeiði hjá Javna tekur støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.

Aftur
Stuðla Gerst limur