Lurta
06.10.2020

Ætlanin er at byggja vardar bústaðir og víðka um Rásina

Hóast viðurskifti eru í nýggja fíggjarlógaruppskotinum sum vit als ikki kunnu taka undir við, og sum gera liviumstøðurnar hjá nøkrum av okkara limum verri, so eru onnur viðurskifti, ið vit gleðast um. Eitt av hesum er ætlanin at fara undir at byggja vardar bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum. Tørvurin er sera stórur, tí hetta økið hevur altíð verið niðurraðfest. Komandi árini er ætlanin at seta pening av til bygging av tveimum sambýlum til fólk við menningartarni, eitt á Mýrini í Hoyvík, og eitt í Reynstúni á Argjum. Harafturat er ætlanin at byggja bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu á Argjum. Verklagslógir eru samtyktar fyri byggingina á Mýrini og fyri autismuhúsið, men av tí at kostnaðurin er vorðin hægri enn upprunaliga mett, verður neyðugt at dagføra galdandi verklagslógir. Prosjekteringin av báðum verkætlanum verða væntandi lidnar ávikavist seint í vetur og komandi ár. Tá́ verður klárt at bjóða byggiarbeiðið út. Sambært fíggjarlógaruppskotið verður lógaruppskotið um at byggja varda bústaðin á Argjum til fólk við menningartarni lagt fyri Løgtingið í næstum. Lendið varð keypt til endamálið fyrr í ár.

Afturat teimum ætlaðu byggiverkætlanunum er eisini ætlanin at dagføra vardar bústaðir, og sum vit hava skilt, fáa nakrar fleiri bústaðir til vega tann vegin.

Vónandi bera hesar verkætlanir á mál. Fólk hava bíða alt ov leingi eftir at nakað skal henda á bústaðarøkinum, og tørvurin bara veksur.

Eitt annað, sum vit eru ógvuliga fegin um er, at ætlandi halda fyrireikingarnar av verkætlanini at víðka og betra um karmarnar hjá Rásini í Eysturoy fram komandi ár. Í løtuni verður arbeitt við at keypa lendi sunnanfyri verandi bygning, og væntandi kann byggingin byrja fyrst í 2022. Sambært verkætlanini skulu karmarnir víðkast, soleiðis at pláss verður fyri fleiri næmingum á skúlanum. Miðja verður eftir, at upptøka kann verða á hvørjum ári, soleiðis sum lógarásetingin sigur. Vegna plásstrot hevur skúlin seinastu árini tikið 7 næmingar inn annaðhvørt ár, og nøktar hetta ikki eftirspurningin. 

Aftur
Stuðla Gerst limur