Lurta
06.10.2020

Systkinabólkar

Hevur tú eisini eina systir ella ein beiggja, sum er øðrvísi? Hugsar tú onkuntíð, at systurin ella beiggin fyllir ov nógv? Tú ert ikki einsamøll/einsamallur í støðuni. Javni skipar í næstum fyri systkinabólkum, har tú fært tosa við onnur, sum eru í somu støðu.

Bólkarnir eru fyri børn í aldrinum 7-13 ár, sum hava ein beiggja ella eina systir, sum ber brek. Vit hava ikki fokus á diagnosur, men taka støðið í, at gerandisdagurin hjá familjunum kann vera øðrvísi enn hjá familjum flest. Børnini fáa her eitt forum, har tey kunnu hitta onnur í líknandi støðu. Tey læra um ymisk brek, bæði sjónlig og ósjónlig, og tey fáa møguleika fyri at seta orð á tankar, kenslur, leiklutir í familjuni og annað. Tað kann vera gott at tosa við onnur, sum sjálvi kenna til ymisku støðurnar.

Luttakarar verða skipaðir í tveir bólkar eftir aldri, og viðkomandi evni verða viðgjørd á ein aldurssvarandi hátt. Tað er Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, sum skipar bólkarnar, og hon verður eisini knýtt at bólkasamrøðunum. Áðrenn bólkafundirnir byrja, bjóða vit inn til eina samrøðu, har foreldur/avvarandi eru við.

Staksamrøðurnar verða hósdagar í november og desember í Havn, og bólkarnir byrja í januar 2021. Bólkarnir hittast 6 ferðir, aðruhvørja viku frá 17-19, har tey eisini fáa ein bita at eta. Hvar systkinabólkarnir hittast verður avgjørt seinni. Tá skeiðið er liðugt verður ein felagsfundur, har tikið verður samanum. Her verða foreldur eisini boðin við.

Tað er ókeypis at luttaka í systkinabólkunum.

Tekning hjá Javna í seinasta lagið 1. november

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna hjá Javna, tlf. 208090 ella javni@javni.fo.

Aftur
Stuðla Gerst limur