Lurta
14.10.2020

182 fólk bíða eftir vardum bústaði!

Júst sum vit hildu, at nú vóru fleiri bústaðir til fólk við menningartarni á veg, so snarar ætlanin ein annan veg! Hesa ferð er tað løgtingslógin frá apríl 2018 um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn, sum ætlanin er at koyra í helvt. Landsstýriskvinnan í Almannamálum ætlar at broyta lógina, soleiðis at hon bert fevnir um eitt sambýli. 

Landsstýriskvinnan sigur orsøkina til ætlaðu lógarbroytingina vera, at tað skal ganga skjótari at byggja fyrra sambýlið.

182 fólk standa á bíðilista

Tað er ovurstórur tørvur á vardum bústaðum til fólk við menningartarni, serliga í Suðurstreymi. Eisini eru flestu av verandi bústøðum í hesum partinum av landinum í ringum standi og ótíðarhóskandi. Hetta sæst millum annað í eini støðumeting hjá Almannaverkinum frá januar 2020.

Øll siga, at tað er ikki viljin, sum manglar. Í 2017 vórðu 200 mió. settar av til vardar bústaðir. Hóast hetta, so hendir einki á økinum, og bíðilistin bara leingist. Vit hoyrdu í dag stjóran á Almannaverkinum, Edward Heen, siga, at seinastu fimm árini er bíðilistin vaksin við 60 prosentum. Sambært nýggj tøl frá Almannaverkinum standa 182 fólk á bíðilista til vardan bústað, harav um 60-65 hava menningartarn og/ella fjølbrek.

Komandi verkætlanir gera lítið við bíðilistan

Um bert eitt av hesum báðum ætlaðu sambýlunum verður bygt, so munar tað nærum einki. Á Mýrini í Hoyvík blivu tvey smærri sambýlið tikin niður í 2018, tí tey vóru í sera ringum standi. Búfólkini vórðu flutt í fyribilsbústaðir. Ætlaða nýggja sambýlið til 18 fólk skal byggjast á sama stað, og skal fyrst og fremst verða til tey 11, ið búðu har frammanundan. Sostatt ger hetta lítið við bíðilistan.

Aðrar verkætlanir eru - vónandi - ávegis. Ein ætlan er at byggja sambýlið/røktarbústað í Reynstúni á Argjum til 18 fólk, fyrst og fremst til tey, ið búgva í ótíðarhóskandi bústaði á Eirargarði. Ein onnur ætlan er at útvega nøkur búpláss í verandi sambýlum við út- ella umbygging. Hetta útvegar neyvan tíðarhóskandi bústaðir, og eru helst meira at rokna sum fyribilsloysnir, vegna ringu støðuna. Harumframt er ætlanin at byggja eitt bú- og umlættingarheim á Argjum til børn og ung við autismu. Har verða 6 bústaðir. 

Her má meira ferð á

Vit fegnast sjálvsagt um verandi ætlanirnar um at útvega tíðarhóskandi bústaðir til tey, sum í dag búgva í fyribils- ella ótíðarhóskandi bústaði, og vit vóna, at tær fara at bera á mál. Men meira ferð má setast á, so at onnur eisini hava møguleika at fáa ein bústað. Okkara politikarar mugu taka bústaðartrupuleikan hjá fólkum við menningartarni í álvara! Góður vilji flytur einki, um hann ikki verður vístur í verki.

Aftur
Stuðla Gerst limur