Lurta
19.11.2020

Brúkar tú hjálpartól?

So hevur Turið kanska brúk fyri tær í sambandi við eina kanning av gongdini at fáa hjálpartól. Turið hevur brúk fyri at tosað við fólk í øllum aldri - børn, ung, vaksin og gomul - sum búgva í egnum heimi, og við øllum sløgum av niðursettum førleikum, t.d. kropsligum, mentalum og neurologiskum. Kanningin umfatar fólk, sum sjálv skulu skaffa sær hjálpartólini, og tískil ikki tey, sum búgva á sambýli o.l., har annar myndugleiki hevur skyldu at veita hjálpartólini.

Hjálpartólini kunnu vera ymisk, t.d. koyristólar, baðikrakkar, samskiftishjálpartól, hjálpartól til at halda skil á tíðini, rollatorar, sjónshjálpartól, hjálpartól til matgerð og at eta við, kúludýnur, hjálpartól til bað og vesi, sokkaílatarar, snaripútir, stuðulshondtøk o.a.

Tað er Ergoterapeutfelagið, sum hevur tikið stig til kanningina, sum skal varpa ljós á, hvussu veitingin av hjálpartólum er í Føroyum. Kanningin verður gjørd við spurnarblaðið, og tey, sum luttaka, verða anonymiserað, so tað ikki sæst, hvør luttekur. Verkætlanin hevur heiti “Kvalitetur av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava fingið hjálpartól”. Turið Jacobsen, sum stendur fyri kanningini, er ergoterapeutur og master í heilsuvísindum, og kanningin er stuðlað úr Sjúkrakassagrunninum.

Brúkar tú hjálpartól av einhvørjum slag, og hevur tú hug at verða við í kanningini kanst tú seta teg í samband við Turið á tlf. 521576 ella við at senda ein teldupost til tubaja@gmail.com.

Aftur
Stuðla Gerst limur