Lurta
02.12.2020

Verð við á stroymingini hjá MEGD hósdagin 3. desember kl. 19

Í morgin 3. desember er altjóða dagur teirra, ið bera brek. MEGD hevur Í ár valt at varpa ljós á sjálvboðið arbeiði, og tann stóra týdningin, tað hevur. Í hesum sambandi verður tiltak í MEGD-húsinum frá kl. 19, sum verður stroymt umvegis heimasíðuna megd.fo.

Soleiðis skrivar MEGD á teirra heimasíðu:

Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu føroyska samfelagið hevði verið, um ikki so nógv fólk vóru virkin í sjálvbodnum arbeiði, Hugsa um øll tey, sum hjálpa til í sjálvbodnum arbeiði millum børn, ung, vaksin og eldri í t.d. ítrótti,  samkomu- og kirkjuarbeiði og nógvum ymiskum felagsskapum

Hugsa um úrslitið av øllum tí sjálvbodna arbeiðinum. Átøk, sum stimbra trivnað og heilsu føroyinga til likams, sálar og anda eins og skapanar- og fatanarevni. Og so er tað alt tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í limafeløgunum hjá MEGD. Og vit hava onnur áhugafeløg eisini, sum gera eitt megnar sjálvboðið arbeiði fyri at lívga og stuðla fólki, sum fáa eitt hvørt at stríðast við, tað veri seg brek ella sjúku.

Limafeløgini hjá MEGD gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri at betra umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Tey gera vart við viðurskiftini mótvegis tí politiska myndugleikanum.

Ikki minni týdningarmikið er tað persónliga sambandið við einstaklingar og avvarðandi, her tey veita stuðul og ráðgeving og veita soleiðis megd til at liva við avbjóðingum. Hetta ber til, tí tey sjálvi kenna avbjóðingina, tey eru avvarðandi, og tey arbeiða á økinum. Tey kunnu eisini vísa  á, at teirra arbeiði hevur givið ítøkilig úrslit.

Og satt er tað, at saman eru vit sterkari. Sum føroyska orðatakið sigur Skjótari bera tveir fuglar í reiður enn ein. Øll, ið vilja geva nakað av sær sjálvum, kunnu vera við í sjálvbodnum arbeiði. Eingin kann gera alt, men øll kunnu gera nakað.

Við hesum í huga er skráin við yvirskriftini “Týdningurin av sjálvbodnum arbeiði” hendan:

Kl. 19.00 verður byrjað at stroyma

  • Vælkomin – Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
  • Dagurin settur – Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
  • Tónleikur - Bárður á Lakjuni
  • Hvat drívur verkið, og hvør er úrtøkan? Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata
  • Saman um eina góða søk – Jónvør Christiansen, aðalskrivari í MEGD
  • Sama dagin verður nýggja MEGD-blaðið, við sama evni, borið út.

Vit vóna, at mong verða við á stroymingini og fáa íblástur til at gerast sjálvboðin.

Aftur
Stuðla Gerst limur