Lurta
16.12.2020

Jólatilmælir frá Almannaverkinum

Nú er jólahátíðin í hondum, og nógvar familjur savnast. Almannaverkið hevur tí gjørt eina mannagongd, til at byrgja upp fyri smittubreiðslu á vardum bústøðum og øðrum tilboðum, sum Almannaverkið varðar av.

Soleiðis skrivar Almannaverkið:

Vitjandi á stovnum hjá Almannaverkinum

Vitjandi, ið hava verið uttanlands

  • Vitjandi, sum hava verið uttanlands, eiga at lata seg testa 72 tímar undan komu til landið, umframt 0. og 6. dag, eftir komu.
  • Myndugleikarnir mæla til, at øll, sum koma til Føroya, fara í heimauppihald til kanningarúrslitið á sætta degi er tøkt.
  • Møguligt er at koma á vitjan á stovnum hjá Almannaverkinum, tá ein hevur váttan fyri negativari test frá sætta degi, aftaná heimkomu.
  • Um ein kemur frá einum landi við høgum smittutrýsti, t.e. yvir 30 pr. 100.000 íbúgvar, skal ein vera serliga varin í 10 dagar eftir heimkomu.
  • Kunna teg um smittutrýstið á: https://covid19.ssi.dk/rejser
  • Tað er sera umráðandi at halda leiðreglurnar um frástøðu og reinføri v.m

Vitjandi, ið fáa vitjan úr útlondum

  • Vitjandi, ið fáa vitjan úr útlondum ella hava tætt samband við fólk, ið eru komin úr útlondum, verða biðin um at bíða við at vitja á stovnum hjá Almannaverkinum til eftir test 6. dag hjá viðkomandi, ið er komin til Føroyar.
  • Myndugleikarnir mæla til, at øll, sum koma til Føroya, fara í heimauppihald til kanningarúrslitið á 6. degi er tøkt.
  • Eisini verður mælt til at eggja vitjandi, ið koma heim, at lata seg testa 3. dagin, umframt 6 dagin.
  • Metir ein seg at vera útsettan fyri smittu, verður staðiliga mælt til, at bíða við at koma á vitjan til eftir test 6. dagin eftir, at ein metir seg hava verið fyri smittuvanda.

Borgarar, sum fara heim at vitja
Borgarar í vandabólki* (sí niðast), sum búgva á stovni og sum fara á heim at vitja

  • Um borgarar í vandabólki ella sum búgva saman við øðrum, sum eru í vandabólki, fara á heimavitjan um jólini, verður heitt á avvarðandi um at tryggja sær, at viðkomandi ikki verður útsettur fyri smittuvanda, soleiðis at viðkomandi kann taka smittu við sær aftur á stovnin.
  • Eitt nú eigur borgarin ikki at vera saman við fólki, ið eru komin úr útlondum, fyrrenn tey hava negativa test frá 6. degi, eftir heimkomu.
  • Eisini er tað sera umráðandi, at almennu tilmælini um frástøðu, gott reinføri og hondreinføri verða hildin, sí tilmælir á https://corona.fo/
  • Borgarar í vandabólki* ella sum búgva saman við øðrum í vandabólki, sum vitja heima á jólum, skulu lata seg testa, áðrenn tey koma aftur á stovnin. Um vitjað verður heima bert í nakrar tímar, heita vit á tey avvarðandi, sum eru saman við borgaranum, at lata seg testa dagin fyri.

Aðrir borgarar sum búgva á stovni og sum fara á heim at vitja

  • Um borgarar fara á heim at vitja um jólini, verður heitt á avvarðandi um at tryggja sær, at viðkomandi ikki verður útsettur fyri smittuvanda, soleiðis at viðkomandi kann taka smittu við sær aftur á stovnin.
  • Eitt nú eigur borgarin ikki at vera saman við fólki, ið eru komin úr útlondum, fyrrenn tey hava negativa test frá 6. degi, eftir heimkomu.
  • Eisini er tað sera umráðandi, at almennu tilmælini um frástøðu, gott reinføri og hondreinføri verða hildin, sí tilmælir á https://corona.fo/
  • Borgarin nýtist ikki at testast, áðrenn komið verður aftur á stovnin.

Borgarar í umlætting o.ø. dag- og kvøldtilboðum

  • Tað verður heitt á avvarðandi um at tryggja sær, at borgarin ikki verður útsettur fyri smittuvanda, soleiðis at viðkomandi kann taka smittu við sær til umlættingarstovnin ella annað tilboð.
  • Eitt nú eigur borgarin ikki at vera saman við fólki, ið eru komin úr útlandinum, fyrrenn tey hava negativa test frá 6 degi, eftir heimkomu. Um borgarin hevur verið saman við fólki frá útlondum áðrenn 6. dags testin er tikin, eigur viðkomandi ikki at koma í umlætting ella í dag- og kvøldtilboðið.
  • Tilmælt verður, at borgarin verður testaður áðrenn komið verið til umlætting og annars við jøvnum millumbilum, t.d. einaferð um vikuna.
  • Eisini er tað sera umráðandi, at almennu tilmælini um frástøðu, gott reinføri og hondreinføri verða hildin, sí tilmælir á https://corona.fo/ferding?_l=fo

Tilmælini eru galdandi fyribils til hálvan januar 2021.

* Almannaverkið hevur kunnað avvarandi um støð, har borgarar eru, sum eru í vandabólki. Vit mæla øðrum til at seta seg í samband við Almannaverkið, sambýlir, búfelagsskapir, umframt stovnar og tilboð fyri at hoyra nærri, áðrenn tey vitja ella fáa vitjan.

Aftur
Stuðla Gerst limur