Lurta
27.01.2021

Systkinabólkarnir

Systkinabólkarnir hjá Javna hittast komandi vikurnar. Bólkarnir eru fyri børn, sum hava ein beiggja ella eina systir, sum ber eitthvørt brek.

21 børn taka lut hesu ferð, og tey eru skipað í tveir bólkar eftir aldri, og viðkomandi evni verða viðgjørd á ein aldurssvarandi hátt. Tað er Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, og Sólrun Jacobæus, familjuráðgevi, sum skipa innihaldi.

Freistin er farin at tekna seg til hetta skeiðið, men ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

 

Tey yngru, 6-10 ár, hittast hesar týsdagar frá kl. 16.30 til 18.00:

  • 26. januar
  • 9. februar
  • 23. februar
  • 9. mars

Tey eldru, 11-14 ár, hittast hesar hósdagar frá 17.00 til 18.30:

  • 4. februar
  • 18. februar
  • 4. mars
  • 18. mars
Aftur
Stuðla Gerst limur