Lurta
29.01.2021

Javni nýggjan dagligan leiðara

1. februar tekur Marjun Olsen Lützen við starvinum sum dagligur leiðari hjá Javna. 

Marjun er 39 ára gomul, ættað úr Klaksvík og býr í Havn saman við manni og børnum. Hon hevur tikið eina BA í altjóða viðurskiftum og sosiologi í London, og cand.mag. í mentan, samskifti og alheimsgerð frá universitetinum í Aalborg. Fyrrverandi starvsroyndir fevna millum annað um samskipanarstarv hjá Byggiharrasamtaki Føroya og skrivari/fulltrúi á Sendistovu Føroya í Brússel. Her hevur hon nomið sær hollar royndir innan samskipan, samskifti og samstarv eins og nógvar royndir innan fyrisiting. At arbeiða fyri viðurskiftum á brekøki verður ein heilt nýggj avbjóðing, sum hon gleðir seg at fara undir. 

Vit gleða okkum at samstarva við Marjun, og ynskja henni væl komnari í starvið. 

Aftur
Stuðla Gerst limur